Teir í Sundalagnum eru í støtinum

Í Suðuroy tykist standa so illa til í fótbóltinum, sum tað ikki hevur gjørt øll tey árini, sum tað neyvan nakrantíð áður hevur gjørt


Aftur hesa ferð eydnaðist tað at spæla í øllum fimm plássunum. Leygardagin og fyrrapartin sunnudagin sá annars einki út í fleiri støðum. Í Fuglafirði høvdu teir avlýst, men so komu kontraboð, og í Klaksvík ruddaðu teir vøllin við maskinum. At vesturættin loysti høgættina av hjálpti sjálvandi væl upp á støðuna.
                      Fótbóltsdygdirnar eru sjálvandi ikki komnar í hæddina so tíðliga á árinum. Málini verða søgd at vera krúnan á fótbóltsundirhaldinum, og um tey verða nýtt sum mátisnórur, so var 2. umfar í bestu deildini áhugavert. 22 mál vórðu skorað ella 4,4 í miðal í hvørjari uppgerðini. Tað er rættuliga høgt miðaltal.
                      Fótbóltshugurin hevur nógvu tey seinastu árini verið framúr í Sundalagnum, og nú er hýrurin á EB/Streyma viðhaldsfólkunum so góður sum ongantíð áður. Tað er sagt á hesum síðum, og tað kann gott endurtakast. EB/Streymur hevur spælaragrundarlag til at vera við í stríðnum um heiðursmerkini og meistaraskapin. Spurningurin er, um teir fara at hava marginalirnar við sær í tøttu uppgerðunum, og tá ið tað fer at ráða um skaðar og leikbann.
                      Undanfarnu árini hava teir ikki havt hepnið á sínari síðu, tá ið teir hava spælt móti sigursvanda HB í Gundadali. Sunnudagin gjørdu teir í EB/Streymi enda á keðiligu hagtølunum, sum søgdu, at teir ikki høvdu skorað mál og harvið sjálvandi ikki vunnið móti HB í Gundadali. EB/Streyma liðið og viðhaldsfólkini eru í støtinum! Bara teirra lið og meistararnir í B36 hava fulla úrtøku. Longu nú eru fleiri farin at tosa um toppuppgerðirnar millum B36 og EB/Streym. Tað er sjálvandi møguleiki fyri, at stigatalvan fer at síggja øðrvísi út 7. mai, tá ið B36 fer at fáa vitjan av EB/Streymi, men talan verður undir øllum umstøðum um rættuliga áhugaverda uppgerð, tá ið EB/Streymur aftur skal í Gundadal, har teir sunnudagin staðfestu fyri sær sjálvum, at tað ber til hjá teimum at vinna.
                      NSÍ vísti sítt format, tá ið teir rystu skelkin av sær, sum tað mundi vera, tá ið VB/Sumba á Vágs eiði legði seg á odda og fekk brotsspark. Og hitt felagið í Runavíkar kommunu, Skála, vísti í Klaksvík, at tað eisini skal roknast við teimum í ár. GÍ hevur ofta staðið seg væl á Svangaskarði. Aftur hesa ferð fingu teir stig. Javnleikur á útivølli er at liva við hjá GÍ, meðan tað eigur at kennast tungt hjá B68, sum næstu vikuna skal spæla móti NSÍ (ú) og Skála (h).
                      Fuglfirðingar hava havt tað tungt í fyrstu umførunum. Skráin er einki vinarlig móti ÍF. Í fyrstu umførunum hava teir spælt móti havnarfeløgunum, og Skírisdag skulu teir norður á Mølina. Tað er troystarleyst einki stig at hava fingið. Fuglfirðingar halda tó, at hugburðurin var væl betri hesa ferð, enn hann var í Gundadali. Eftir vitjanina á Eiði verða fleiri avbjóðingar á skránni, sum fara at vísa, hvør dugur er í ÍF. Tá skulu teir spæla móti KÍ (h), GÍ (ú) og ikki minst móti VB/Sumba á heimavølli.
Onga staðni eigur fótbóltslagið at vera verri enn í Suðuroy. Har hevur gongdin verið syndarlig. Í bestu deildini hevur VB/Sumba einki stig fingið og málmunin 2-8. Í næstbestu deildini eru VB/Sumba, TB og Royn millum fýra tey aftastu. Samlaða úrtøkan er 0 stig við málmuninum 1-24! Støðan er sjálvandi eisini avleiðing av veika fólkagrundarlagnum. Á aðalfundinum leygarkvøldið var álvarin viðgjørdur í Hvalba, har teir hava mist heilt nógv fólk. At teir gjørdu av at fara at tosa við hini feløgini í oynni um at leggja saman er væl skiljandi.
Skírisdag verður spælt soleiðis í FORMULA DEILDINI:  EB/Streymur-ÍF, GÍ-HB, NSÍ-B68, Skála-VB/Sumba og B36-KÍ. 2. páskadag sær skráin í 4. umfari soleiðis út: HB-NSÍ, ÍF-KÍ, EB/Streymur-GÍ, VB/Sumba-B36 og B68-Skála.