Fín føðingardagsgáva í Gøtu

Men nýggi Skála venjarin var ikki hjástaddur, tá ið hansara menn vundu burturúr óvanliga illa uppløgdu gøtumonnunum

Fótbóltur

Hann kom, hann sá og hann sigraði. Soleiðis plagar at verða tikið til. Í síðstu viku var venjaraskifti á Skála. Stóra idolið á Skála, John Petersen, er nýggjur venjari. Men John er ikki komin til Føroya fyrrenn í dag. Tað vil við øðrum orðum siga, at hann hvørki var komin ella sá, tá ið hansara menn sunnudagin í Sarpugerði vunnu 3-0 og harvið tryggjaðu sær fyrstu stigini á árinum.
Tað var vorðið sum føðingardagsgáva hjá John Petersen, sum sjálvan debut dagin sum venjari fylti 35 ár.

Ruddaðu beinanveg
Tá ið eitt lið einki stig hevur fingið burturúr fýra ferðir 90 minuttir, ber tað illa til at siga, at ein sigur er lætt vunnin. Men tað hoyrir við til søguna, at gøtumenn vóru lítið uppsettir og óvanliga døllutir. Kanska spøkti flaggdagurin, sum er mikudagin. Tá skal GÍ á heimavølli spæla fjórðingsfinalu í steypakappingini ímóti KÍ.
Tónin varð sligin ann, áðrenn tíggju minuttir vóru farnir. Útlendsku álopsspælararnir drógu tagaðu við renningum miðverjuna hjá heimaliðnum sundur, og so bar til hjá Pæturi Dam Jacobsen, sum hesa ferð var sentralur miðvallari saman við Levi Hanssen, smekkaði til úr átjan metrum, og so lá bólturin í málinum aftanfyri Geza Turi.
Tað var ikki frítt, at tað sást aftur á uppstillingini, at Skála hevði skift venjara. Pauli G. Hansen er framvegis so mikið illa fyri, at hann ikki er førur fyri at spæla alla tíðina. Hann varð skiftur inn miðskeiðis í 2. hálvleiki.
Skála bossurin, Hans Jákup Andreasen, er gamal venjari. Hesa ferð hevði hann ábyrgdina av liðnum, og hann vísti fleiri av monnunum, sum hava verið marginalspælarar álit. Teitur R. Joensen var á vongverjanum í høgru, og Poul N. Poulsen var á plássinum frammanfyri hann.
Mest merkisverda skiftingin á Skála var tað, at hesa ferð fekk blaðungi Hans Jørgensen, sum hevur verið á yngru landsliðunum, møguleikan millum stólparnar. Gøtumenn settu hann ikki á serliga stórar royndir. Men talan var sjálvandi um fínan debut, tí ungi maðurin megnaði at halda tætt.

Vorðið sum útgangsstøða
Leiðslumálið tíðliga í 1. hálvleiki bar við sær, at Skála kundi dúva upp á snarálopini, sum teir í fleiri ár hava verið meistarar í.
Skálamenn hildu GÍ liðformannin, Sámal Joensen, í ógvuliga stuttum tjóðri. Hinir GÍ miðvallararnir megnaðu ikki tyngdina, sum skal til, og tá ið vongverjarnir eisini høvdu ilt við at taka lut í uppspælinum, bar tað við sær, at tað ofta gjørdist lítið samanhangandi og tannleyst.
Tá ið Skála stutt undan hvíldini økti um leiðsluna til 2-0, kendist tað sum um, at avgerðin var fallin um, hvør skuldi vinna stigini. Alexandur Johansen, sum eftir drúgvan skaðasteðg í fjør alt meiri líkist tí góða gamla Alexanduri, var miðskeiðis á vøllinum, tá ið hann í júst røttu løtu slepti bóltinum fram um GÍ verjuna til Levi Hanssen, sum sneiddi framvið málverjanum, áðrenn hann trillaði bóltin í tóma málið, og so var fagnaðurin stórur á norðaru langsíðuni og millum Hans Jákup Andreasen og hansara menn á beinkinum.
GÍ megnaði ikki at seta meiri damp undir ketlarnar eftir steðgin. Heimaliðið hevði bóltin nógv, men teir vóru tannleysir, og ofta taptu teir næstdystirnar og stríðið um returbóltarnar.

John lendir í dag
At ferðin ikki var serliga stór, løgdu gestirnir vertin á. Pauli G. Hansen styrkti um fyritreytirnar at varðveita bóltin, tá ið hann kom á vøllin, og í yvirtíðini megnaðu teir av staðfesta rimmar sigurin. Geza Turi bjargaði í fyrstu atløgu, men Alexandur Johansen var fyrri á returinum enn ikki serliga uppsettu gøtumenninir, og so var støðan 3-0 til Skála. Støðan í sambandið við triðja málið, ið varð skorað í yvirtíðini, var góð mynd av hugburðinum og avrikinum hjá heimaliðnum.
Í dag er John Petersen komin til Skála, og hann kann staðfesta, at tað var vorðin sum føðingardagsgáva, sum Hans Jákup Andreasen og spælararnir sunnudagin góvu honum.