Suðuroyggin í fokus

Eftir at trý umfør í triðju deild eru fingin frá hondini, tykist Suðuroyggin at standa seg best. VB og Royn hava nevnliga sett seg á fremstu sessirnar

 

3. deild


VB tykist leggja nógv fyri í royndunum at fáa teir næstbestu upp í aðru deild at leika. Liðið er í ár mannað við sera dugnaligum leikarum, har fleiri hava nógvar royndir úr bestu deildini, meðan aðrir eru ungir leikarar á veg fram.

Eftir at teir í fyrstu umførunum høvdu vunnið trygt á ÍF og B68, var túrurin hesa ferð komin til KÍ, og úrslitið gjørdist ein sannur avsmurningur. Ikki minni enn 12-0 var endaliga støðan, og nøvnini á málskjúttaralistanum siga nógv um dygdirnar hjá VB. Bergur Winther, Birgir Jørgensen, Petur Óli Samuelsen og Gisli Sveinbjørnsson eru allir leikarar, sum eisini kunnu gera um seg í bestu deildini. Kanska verður onkur teirra har longu komandi vikuskifti, tá besta liðið hjá VB vitjar HB.


Royn fylgir við

Royn byrjaði árið við einum javnleiki móti B36, men síðani hevur mest sum bert gingið framá. Hesa ferð vunnu teir tryggan sigur á B68, sum í ár er at kalla hamskift. Áður hevur verið vanligt, at liðið hevur verið mannað við eldri leikarum, men hesa fer var Jákup Djurhuus einsamallur veteranur á liðnum. Restin vóru fyri tað mesta heilt ungir leikarar, sum helst skulu stremba eftir at gerast evni til besta mansliðið.

Heldur óvæntað vann GÍ útidystin móti AB, sum annars hevði fult stigatal. AB liðið hevur nógvar ungar og raskar leikarar, men móti gomlu kempunum hjá GÍ munaði hetta lítið. Menn sum Jóan Petur Olsen, Svenn Olsen, Tummas Magnussen og Janus Rasmussen kunnu verða tungir at syfta, og hetta máttu AB-leikararnir eisini ásanna.

B36 hevur enn ikki tapt nakran dyst, men hinvegin hava teir framvegis ikki roynt at vunnið. Triði javnleikurin upp í slag fekst til høldar móti TB, men hesa ferð var um reppið, at B36 mátti stigaleyst heim. TB legði seg nevnliga á odda við bert tveimum minuttum eftir at leika, men ivaleyst gloymdu teir at taka armarnar niðuraftur. B36 gav bóltin upp, fór í álop, og har gjørdist fyrrverandi landsliðskempan, Tummas Eli Hansen púra leysur, so hann kundi tryggja havnarmonnunum annað stigið.

Seinasti dysturin hetta umfarið var á Sandi, har B71 vann tryggan sigur á Fuglfirðingum. Heimaliðið skeyt ikki færri enn níggju mál, men okkum hevur tíverri ikki eydnast at fingið upplýst málskjúttarnar fyri hendan dystin.


Úrslit:

Royn B68 4-0 (2-0)

1-0: Hallur Christiansen 3.

2-0: Allan Michelsen 28.

3-0: Eyðun Gullok Svalbard 78.

4-0: Allan Michelsen 85.


AB-GÍ 2-4 (0-2)

0-1: Kim Petersen 11.

0-2: Janus Rasmussen 44.

0-3: Bogi Jacobsen 70.

0-4: Jan Jacobsen 75.

1-4: Hergeir Eldevig 81.

2-4: Signar Johannsen 87.


Reytt kort: Oddbjørn Joensen og Tummas Magnussen


TB-B36 3-3 (1-1)

0-1: Petur Martin Johansen 24.

1-1: Milan Cimburivic (br.) 43.

2-1: Milan Ciumburivic (br.) 47.

2-2: Mortan Johannesen 70.

3-2: Jens Bøgesvig 88.

3-3: Tummas Eli Hansen 88.


VB-KÍ 12-0 (6-0)

1-0: Bergur Winther 1.

2-0: Birgir Jørgensen 2.

3-0: Bergur Winther 4.

4-0: Birgir Jørgensen 15

5-0: Birgir Jørgensen 33

6-0: Gisli Sveinbjørnsson 44.

7-0: Birgir Jørgensen 46.

8-0: Hans A. Niclassen 49.

9-0: Petur Óli Samuelsen 65..

10-0: Gisli Sveinbjørnsson 67.

11-0: Kári í Lágabø 70.

12-0: Hans A. Niclassen 89.


B71-ÍF 9-0

Okum hevur ikki eydnast at fingið upplýst málskjúttar.




Máltindurin:

Birgir Jørgensen VB 9

Allan Michelsen Royn 4

Bergur Winther VB 4

Signar Johannesen AB 3

Eyðun Svalbard Royn 3

Eyðun Dalsgarð AB 2

Petur M. Johansen B36 2

Tummas Eli Hansen B36 2

Jan Jacobsen GÍ 2

John V. Petersen GÍ 2

Helmar Lassen KÍ 2

Sørin Petersen KÍ 2

André Dalfoss TB 2

Milan Cimburivic TB 2

Gisli Sveinbjørnsson VB 2

Hans A. Niclassen VB 2

Kári í Lágabø VB 2

Petur Ó. Samuelsen VB 2