verið at sæð til nakran pening, og menn spyrja seg sálvan, hví so er. Hetta skuldi vera ein sokallað gularót sum gjørdi, at gott og fast fólk fekst at manna línuskipini. Fiskimannafelagið vísir á, at tað [...] fólkið er nú umborð á skipunum. - Nú mangla vit bara at síggja tað góða frá reiðarum, sigur felagið, sum minnir á, at tað var frá 1 september 2012, at makrelbonus skuldi gjaldast - og ikki frá 1 september
Tað er ikki vist, at tú verður avdúkaður, um tú brýtur inn onkunstaðni, men brýtur tú inn til løgregluna, kanst tú vera rættiliga vísur í, at tað fer neyvan at spæla væl av. Tað fekk ein 26 ára gamal maður [...] maður eisini at sanna, tá hann breyt inn til løgregluna í Aarhus í gjárkvøldið. Maðurin hótti løgreglumenninar við einari eftirgjørdari byrsu, og tað vísti seg eisini, at hann hevði brynjað seg við skottryggum [...] skottryggum vesti, skrivar Ekstrablaðið. Løgreglan í Aarhus sigur, at tað eydnaðist manninum at bróta ymiskt, millum annað tvær teldur, áðrenn hann bleiv handtikin. Hann skal til grundlógarhoyring í dag
Greenpeace vil í einari nýggjari frágreiðing vera við, at trygdarviðurskiftini á teimum svensku kjarnorkuverkunum eru so vánalig, at sviar eiga at sløkkja allar reaktorarnar. Greenpeace hevur biðið altjóða [...] Sagt verður, at tey eru gomul, hava stórar trygdartrupulleikar, og at teimum tørvar starvsfólk og førleikar. Kjarnorkuverkini í Svøríki vórðu bygd í 1970-unum og 1980-unum. Greenpeace sigur, at tað er ikki [...] ikki bara trygdin við sjálvum verkunum, sum trupulleikar eru við. Eitt annað er, at verkini eru heldur ikki nóg væl vard ímóti yvirgangi, sigur felagsskapurin.
tann, at spurnabløðini frá hesum húskjunum av misgáum eru burturbeind. Tí noyðist Hagstovan at biðja húskini um at bera yvir og um at hjálpa við at rætta mistakið. Hagstovan harmast serstakliga tí, at føroyingar [...] føroyingar tóku so dyggiliga undir við manntalinum, at svarprosentið er millum tey hægstu í heiminum. Meiri enn 17.000 húski hava svarað spurnablaðnum. Tá síðstu upplýsingarnar eru komnar til høldar, ganga
teirra hava tvífaldað framleiðsluna. Myndugleikarnir í Peru royna at fáa bøndurnar at dyrka annað enn kokain so sum kaffibønir, og ST sigur, at áheitanin frá myndugleikunum hevur havt eina ávísa ávirkan, sjálvt [...] Ein frágreiðing hjá ST staðfestir, at bøndurnir í Peru dyrka støðugt meiri og meiri kokain, og at teir brúka størri og størri part av teirri dyrkaðu jørðini til kokainplantur. Í fjør brúktu bøndurnir 65 [...] árið á rað, at meiri landbúnaðarjørð verður brúkt til hetta endamálið, saigur ST. Tað eru serliga bøndur, sum búgva nærhendis markinum við Brasil og Bolivia, sum dyrka kokain, og sagt verður, at fleiri teirra
eingin loysn at hóma, segði ekvadorski uttanríkisráðharrin, Ricardo Patino, eftir at hann hevði havt fund við bretska starvsbróður sín, William Hague. Sum skilst helt William Hague uppá, at Bretland hevur [...] hevur skyldu til at útflýgga svensku myndugleikunum Assange, so sviar kunnu avhoyra hann í sambandi við, at tvær kvinnur í Svøríki hava skuldsett hann fyri kynsligan ágang har. Julian Assange hevur verið [...] ekvadorsku sendistovuni í London síðani tann 19. juni. Ekvador hevur gjørt av at bjóða honum friðskjól, men bretar siga, at hann verður tikin, so skjótt sum hann fer av økinum hjá sendistovuni.
nógvir katalonar eru misnøgdir við, at teir skulu gjalda fyri tann fátækara partin av landinum. Kortini hava meiningakanningar víst, at tað er ikki meiriluti fyri at loysa frá hinum partinum av Spania. [...] Umleið hálvonnur millión fólk hava í kvøld verið í gøtunum í Barcelona og kravt, at landspartur teirra, Katalonia, fær loyvi at loysa frá hinum partinum av Spania. Í dag er katalonskur tjóðardagur, og fólk [...] "Katalonia, eitt nýtt evropeiskt ríki". Blaðið El Pais skrivar á síni heimasíðu, at kravgongan var tríggjar kilometrar long, og at tað vóru nógv fleiri fólk, enn fyrireikararnir høvdu væntað. Nógvir katalonar
prosent. Greinarar siga, at stígur er komin í tann stóra búskaparvøksturin í Kina, og tað kemst serliga av, at eftirspurningurin eftir kinesiskum vørum er minkaður í Vesturheiminum. At innflutningurin minkar [...] minkar bendir á, at eftirspurningurin í sjálvum Kina eisini er minkaður. Kinesisku myndugleikarnir hava roynt at økja eftirspurningin innalands, nú eftirspurningurin uttanlands minkar. Men samstundis hava [...] hava teir kinesisku brúkararnir fingið boð um at fara varisliga fram og ikki at seta seg í ov stóra skuld. Búskaparvøksturin í Kina hevur ligið um níggju prosent tey seinastu tíggju árini ella so.
lini í Tórsgøtu, og Aulan í Finsen, gjørt av at avlýsa øll tiltøk hesar næstu dagarnar. Tey, sum varða av hølunum, siga, at hetta er fyri at fyribyrgja, at koronavirus breiðir seg, og sostatt eru øll almenn [...] Ostahúsið, opin. – Myndugleikarnir hava mælt til, at fólk ikki stúva seg saman, men tey siga, at tað ber illa til hjá starvsfólkunum í mentanarhølunum, at halda skil á, hvussu langt tað er ímillum fólk og
smittaðir við coronavirus uttan at hava havt samband sínamillum. Rysensteen Gymnasium í Keypmannahavn hevur biðið næmingarnar um ikki at møta í skúla í morign. Orsøkin er, at tveir næmingar eru smittaðir [...] coronavirus uttan at hava samband sínamillum. Tað skrivar Politiken. Sambært Politiken er tað Styrelsen for Patientsikkerhed, sum hevur gjørt av, at skúlin skal steingjast. – Ítøkiliga orsøkin er, at tað nú eru [...] staðfestir tveir tilburðir við coronavirus, sum enn ikki kunnu setast í samband við hvønn annan. – Fyri at forða fyri størri smittuvanda verður skúlin tí stongdur, skrivar Gitte Transbøl, rektari, til næmingarnar