Breyt inn til løgregluna

Tað er ikki vist, at tú verður avdúkaður, um tú brýtur inn onkunstaðni, men brýtur tú inn til løgregluna, kanst tú vera rættiliga vísur í, at tað fer neyvan at spæla væl av.

Tað fekk ein 26 ára gamal maður eisini at sanna, tá hann breyt inn til løgregluna í Aarhus í gjárkvøldið. Maðurin hótti løgreglumenninar við einari eftirgjørdari byrsu, og tað vísti seg eisini, at hann hevði brynjað seg við skottryggum vesti, skrivar Ekstrablaðið.

Løgreglan í Aarhus sigur, at tað eydnaðist manninum at bróta ymiskt, millum annað tvær teldur, áðrenn hann bleiv handtikin. Hann skal til grundlógarhoyring í dag og verður tá skuldsettur fyri innbrot og fyri harðskap ella hóttanir ímóti løgregluni.