Avlýsa øll tiltøk í tvær vikur

Trý mentanarhøli í Havn eru við í stríðnum ímóti corona

Nú hava eisini mentanarhølini í Tórsgøtu, og Aulan í Finsen, gjørt av at avlýsa øll tiltøk hesar næstu dagarnar.

Tey, sum varða av hølunum, siga, at hetta er fyri at fyribyrgja, at koronavirus breiðir seg, og sostatt eru øll almenn tiltøk, sum annars vóru á skrá hesar næstu tvær vikurnar, avlýst.

Støðini lata aftur í dag, men tó eru venjingarhølini, Garasjan og Ostahúsið, opin.

– Myndugleikarnir hava mælt til, at fólk ikki stúva seg saman, men tey siga, at tað ber illa til hjá starvsfólkunum í mentanarhølunum, at halda skil á, hvussu langt tað er ímillum fólk og tískil eru øll almenn tiltøk avlýst, siga tey.

Tey, ið hava keypt atgongumerki til tiltøk, fáa peningin afturgoldnan.