Greenpeace: Kjarnorkuvanlukka hóttir Svøríki

Umhvørvisverndarfelagsskapurin Greenpeace vil í einari nýggjari frágreiðing vera við, at trygdarviðurskiftini á teimum svensku kjarnorkuverkunum eru so vánalig, at sviar eiga at sløkkja allar reaktorarnar.

Greenpeace hevur biðið altjóða vísindaráðgevar kanna nakrar royndir, sum vórðu gjørdar av teimum svensku kjarnorkuverkunum eftir kravi frá ES aftan á Fukushima-vanlukkuna í Japan í fjør. Niðurstøðan sáar iva um trygdina á teimum svensku verkunum. Sagt verður, at tey eru gomul, hava stórar trygdartrupulleikar, og at teimum tørvar starvsfólk og førleikar.

Kjarnorkuverkini í Svøríki vórðu bygd í 1970-unum og 1980-unum. Greenpeace sigur, at tað er ikki bara trygdin við sjálvum verkunum, sum trupulleikar eru við. Eitt annað er, at verkini eru heldur ikki nóg væl vard ímóti yvirgangi, sigur felagsskapurin.