Rysensteen Gymnasium í Keypmannahavn steingir fyribils. Tveir næmingar eru smittaðir við coronavirus uttan at hava havt samband sínamillum.
Rysensteen Gymnasium í Keypmannahavn hevur biðið næmingarnar um ikki at møta í skúla í morign.
Orsøkin er, at tveir næmingar eru smittaðir við coronavirus uttan at hava samband sínamillum. Tað skrivar Politiken.
Sambært Politiken er tað Styrelsen for Patientsikkerhed, sum hevur gjørt av, at skúlin skal steingjast.
– Ítøkiliga orsøkin er, at tað nú eru staðfestir tveir tilburðir við coronavirus, sum enn ikki kunnu setast í samband við hvønn annan.
– Fyri at forða fyri størri smittuvanda verður skúlin tí stongdur, skrivar Gitte Transbøl, rektari, til næmingarnar.
Á studentaskúlanum ganga út við 1.000 næmingar.
/ritzau/