Ein frágreiðing hjá ST staðfestir, at bøndurnir í Peru dyrka støðugt meiri og meiri kokain, og at teir brúka størri og størri part av teirri dyrkaðu jørðini til kokainplantur. Í fjør brúktu bøndurnir 65 hektarar til kokainplantur. Tað var tvey prosent meiri enn árið fyri og samstundis tað sætta árið á rað, at meiri landbúnaðarjørð verður brúkt til hetta endamálið, saigur ST.
Tað eru serliga bøndur, sum búgva nærhendis markinum við Brasil og Bolivia, sum dyrka kokain, og sagt verður, at fleiri teirra hava tvífaldað framleiðsluna.
Myndugleikarnir í Peru royna at fáa bøndurnar at dyrka annað enn kokain so sum kaffibønir, og ST sigur, at áheitanin frá myndugleikunum hevur havt eina ávísa ávirkan, sjálvt um kokainframleiðslan er veksandi.