Hagstovan sendir í dag spurnabløð til 101 húski í Norðstreymoy fyri aðru ferð í sambandi við Manntalið 2011. Húskini fáa sama spurnarblað útflýggjað, sum tey hava svarað eina ferð áður.
Orsøkin er tann, at spurnabløðini frá hesum húskjunum av misgáum eru burturbeind. Tí noyðist Hagstovan at biðja húskini um at bera yvir og um at hjálpa við at rætta mistakið.
Hagstovan harmast serstakliga tí, at føroyingar tóku so dyggiliga undir við manntalinum, at svarprosentið er millum tey hægstu í heiminum. Meiri enn 17.000 húski hava svarað spurnablaðnum.
Tá síðstu upplýsingarnar eru komnar til høldar, ganga ikki nógvar vikur, til Hagstovan kann leggja fram tær fyrstu uppgerðirnar og bera tær út aftur til allar føroyingar.










