Thaksin Shinawatra frá, leggja hann undir valdsmisnýtslu og svik, og hann verður eisini skuldsettur fyri at hava brotið mannarættindini. Millum annað verður víst á, at tá hann og skyldfólk hansara sluppu [...] um, at hann skal leggja frá sær. Støðan er vorðin so álvarssom, at hon er tann ringasta, síðani herurin bleiv noyddur at lata valdið frá sær í 1992, skrivar AP úr Bangkok. Shinawatra sigur, at hann fer ikki [...] ikki at leggja frá msær, uttan so at hann fær minni enn 50 prosent av atkvøðunum á valinum, sum verður 2. apríl. Upprunaliga skuldi valið ikki vera fyrr enn í 2009, men forsætisráðharrin valdi at framskunda
vunnið sær ein høgan status millum áskoðararnar hjá felagnum. Síðani hann kom til FCK í 1997 hevur hann spælt 207 dystir og í hesum hevur hann skotið 68 mál. Tað er tað mesta, sum ein einstakur spælari hevur [...] altíð hava eina stóru stjørnu í FCK. Hann hevur verið í felagnum í nógv ár, og hann hevur átt ein týðandi lut í teimum úrslitum, sum vit hava fingið. Tíverri hevur hann seinastu tíðina verið nógv plágaður [...] plágaður skaðum, men vit fara altíð at minnast Toda fyri góðu avrikini og avgerandi málini, sum hann hevur givið okkum, sigur ítróttarstjórin í FCK, Niels Christian Holmstrøm. Undan heimadystin móti Herfølga
lata seg úr og gerast menniskja. Dylan minnist eina konsert í ?64, har hann verður presenteraður soleiðis: Her er hann. Takið hann, hann er tykkara. "Upp í reyvina! So vítt eg visti, hoyrdi eg ikki til nakran [...] Hann kollvelti fólkatónleikin og gjørdist ímyndin av einum heilum ættarliði. Soleiðis upplivdi heimurin hann, men í eygunum hjá Bob Dylan sá søgan nakað øðrvísi út. Í fyrsta bindi av sjálvævisøguni Chronicles [...] skítør í høvdinum" Meginpartin av bókini er tað, sum situr Dylan og prátar um ymiskt leyst og fast, hann soleiðis hissini kemur í tankar um. Ikki framúrskarandi, oftast undrunarverdur men ongantíð keðiligur
longur út í framtíðina. So hóast hann hevur sett seg væl inn í viðurskiftini, so metir hann seg í dag hava keypt undir sera skeivum fortreytum. Petur Olsen spyr, hvat hann skal nýta húsini til, um tey verða [...] reisa endurgjaldskrav, um úrslitið verður, at húsini verða friðað. Hann ætlar sær fyrst at tosa við sakførara fyri at fáa greiðu á, hvar hann stendur í málinum. [...] við tí fyri eyga at byggja ein annan bygning har í staðin. Tað sigur Petur Olsen, ið eigur Degnshús. Hann er bilsin av gongdini í málinum, tí eftir hansara tykki skuldi bara verið talan um ein avgreiðsluspurning
Logos. Hann var ein av eigarunum av Logos. Seinasta skipið hann sigldi við var rækjutrolarin Arctic Viking. Síðan Kaj bleiv pensioneraður, hevur hann havt betri tíð til síni frítíðaráhugamál, hann hevur [...] Lenu og Hans í Bartalsstovu. Dania og Kaj møttust í Havn, meðan Kaj gekk á stýrimansskúla. Tey giftust 16. desember 1953 og búsettust í Syðrugøtu og fingu fýra børn, tey eru: Kristianna, Hans Leo, Torry [...] Dania er ættað úr Porkeri, f. 2. august 1931, dóttir Kristionnu og Hans Sørensen. Mamman doyði av havhestasjúkuni tá Dania var seks ára gomul, so hon vaks upp hjá Jastrid og Thormann Sørensen í Hvalba
leita eftir manninum. Teir funnu hann í Gøtu, har hann hevði krógvað seg. Ungi maðurin royndi at koyra undan løgregluni og setti ferð á yvir ímóti Gøtugjóv. Har rendi hann beint inn í ein bil, sum stóð [...] fór teir fýra metrarnar niðurfyri. Bilførarin var ávirkaður av rúsdrekka, og hann hevði helst eisini ov nógva ferð, tá hann kom oman gjøgnum brekkuna. Tveir aðrir bilførarar í Eysturoynni vóru tiknir fyri [...] Eysturoynni rættiliga um seg. Tað byrjaði, tá ungi maðurin kom koyrandi oman gjøgnum Gøtudal. Har var hann óansin og rendi upp í ein bil, sum eisini var á veg oman gjøgnum dalin. Ungi bilførarin hevði ikki
Hvítanesi á Tvøroyri. Hann var sonur Johannu og Julius á Hamri. Minnurin misti pápan sum 14 ára gamal. Hann var í miðjuni av 9 systkjum. Minnurin var sjómaður øll síni ungu ár. Hann sigldi krígsárini við [...] á Blithesome í ódnarveðri á Kappanum. Pápi hennara var kokkur á Blithesome, og fekk hann mein av túrinum. Tá hann doyði, vóru fleiri av børnunum undir skúlaaldur. Hannefía fór sum ung til Suðuroyar at [...] mikið, at hann rættuliga ungur legðist upp á land og arbeiddi har fyrifallandi arbeiði. Hannefía og Minnurin fingu fimm børn, fýra dreingir og eina gentu. Hon passaði hús og heim, meðan hann var burtur
hevði hann leitað og rótað alt ígjøgnum. Tó fekk hann bara sigarettir við sær, tí eingin peningur var í handlinum. Í handlinum, ið selur reiðskap, hevði maðurin brotið ein rút í høvuðsdyrnum. Hann hevði [...] Tømdi eldsløkkjara Sama morgun klokkan 10.45 varð maðurin handtikin av løgregluni. Hann viðgekk beinanvegin, at hann var gerningsmaðurin. Seinnapartin kemur enn ein fráboðan. Hesuferð frá Venus, ið lá [...] bryggju í Miðvági, tí innbrot hevði eisini verið har. Maðurin hevði rótað ígjøgnum alt skipið. Her hevði hann bara fingið nakrar fløskur av brennivíni við sær. Umframt at bróta inn tømdi maðurin ein eldsløkkjara
stovnarunum - og hann hevur verið hollur talsmaður fyri fráhaldsrørsluna - íðin og nærlagdur, tey mongu árini vóru Bernhard og losjan eitt. Góður er hann við kirkjuna, har sært tú hann tíðum - og góðveðursdagar [...] Bernhard til skips, og sigldi hann við Sandavágssluppum - eisini undir krígnum. Seinni eisini við svági sínum, Johan í Hoyvík. Bernhard fór seinni í land, og sum tann hegnismaður, hann er, lá fyri hjá honum at [...] Lamhauge & Waagstein - rímuliga gjørdist hann eisini álitismaður har. Tá pensjónsaldurin nærkaðist, fluttu tey aftur til heimbygdina. Álit var í Bernhardi, har hann var. Soleiðis eisini í felagsarbeiði. Tá
Wiegand og Finnur Klein, Århus, ein son. Hann var 49 cm. langur og vigaði 3345 gr. 23. nov. fingu Elisabeth Tofjord og Jógvan Poulsen, Stranda, Norge, ein son. Hann var 50 cm. langur og vigaði 3240 gr. 23 [...] 24. nov. fingu Tove og Maison Bólstein, Leirvík, ein son. Hann var 57 cm. langur og vigaði 4150 gr. 25. nov. fingu Barbara Petersen og Hans Martin Høj, Hoyvík, eina dóttur. Hon var 51 cm. long og vigaði [...] Jóhanna Laksá og Robert Magnussen, Argir, ein son. Hann var 53 cm. langur og vigaði 4070 gr. 27. nov. fingu Bára og Janus Joensen, Norðragøta, ein son. Hann var 55 cm. langur og vigaði 3900 gr.