Kanna fleiri mál um harðskap

Talan er bæði um harðskap og hóttanir

Um vikuskiftið hevur løgreglan fingið fleiri mál um harðskap, sum nú verða kannað nágreiniligari. Í tí eina førinum komu maður og kona til ilnar og løgreglan hevur illgruna um, at harð var harðskapur uppi í og tað verður nú kannað, men nøkur niðurstøða fyriliggur ikki enn.

Í einum føri komu fólk eisini til ilnar á alfaravegi og løgreglan kannar eisini um ein skal skuldsetast fyri harðskap í tí førinum.

Eitt dømi er eisini um, at ein gestur ætlaði sær inn á eitt skeinkistað, men hann var so ólátaður, at tey vildu ikki hava hann inn. Sum málið liggur nú, legði hann á ein duravørð, sum fekk onkrar snuddir, og hann fór á skaðastovuna at fáa læknarnar at skjalfesta skaðarnar.

Eisini í tí førinum er løgreglan í holt við kanningarnar fyri at vita um eitt mál um harðskap skal reisast í tí sambandi.

Í tí eina førinum varð ringt til løgregluna at melda hóttanir. Tveir mans komu til ilnar á einum privatum bústaði og tann sum ringdi at melda, segði, at hann hevði verið fyri eini hóttan, sum var so álvarslig, at hann vildi ikki lata tað um seg ganga. Maðurin, sum hótti, varð tikin, men síðani er hann leyslatin aftur. Løgreglan sigur, at kortini, at kanningarnar í tí málinum, halda fram.