Ein 54 ára gomul kvinna er nú varðhaldsfongslað í fýra vikur eftir drápið á 63 ára gamla føroyingin, sum í morgun doyði av knívsári. Kvinnan er fyribils varðhaldsfongslað til hin 15. oktober. Hon er skuldsett fyri at hava stungin føroyingin í búkin og fyri dráp.
Sambært donskum miðlum hevur kvinnan viðgingið at hava stungið mannin, men hon viðgongur ikki dráp.
- Hetta var sjálvverja, segði hon í grundlógaravhoyring í rættinum í Herning í dag.
Tað var maðurin sjálvur, sum í gjár klokkan 17.48 ringdi til løgregluna og greiddi frá, at hann varð blivin stungin í búkin við knívi. Hann segði eisini, at hann hevði sligið kvinnuna soleiðis, at hon var uttan vit - og at hann sjálvur hevði tikið knívin úr aftur búkinum.
Hin 63 ára gamli varð við tyrlu fluttur á Aarhus Universitetshospital, har hann síðstu nátt varð skurðviðgjørdur, men klokkan 05.25 í morgun doyði hann av skaðanum, hann hevði fingið.
Hin 54 ára gamla var á staðnum, tá løgreglan kom á staðið, og hon varð beinanvegin handtikin.
Danskir miðlar hava í morgun skrivað, at hin 63 ára gamli føroyingurin og hin 54 ára gamla kvinnan vóru grannar og vinfólk, men nú seinnapartin í dag hevur ákærin sambært donskum miðlum sagt, at tey bæði vóru par.