Róðin á Lofti, sum eigur og rekur Vága Træsmiðju í Miðvági, hevur góðar royndir við kvinnum sum snikkarum, og hann hevur alt gott at bera kvinnum sum handverkarum.
- Tá eg lærdi í Havn, høvdu vit eina kvinnu, sum gjørdist bygningssnikkari, og eg havi eina kvinnu á Vága Træsmiðju, sum hevur gjørt sína útbúgving lidna her hjá mær. Hon er útlærd sum bygningssnikkari.
Hann vísir á, at í Snikkarakjallaranum í Dali er eisini ein kvinnuligur lærlingur og Petra Mohr Mølgaard, sum er í starvi hjá Vága Træsmiðju, hevur eisini verið í Dali og hjálpt til, tá tað hevur staðið á hjá teimum.
Róðin á Lofti sigur, at tað, sum hann kennur til kvinnur sum bygningssnikkarar, er, at tær eru sera dugnaligar og nærlagdar, og hann hevur alt gott at bera teimum.
- Ja, eg vil siga, at tær í summum førum eru nærlagdari enn menninir við somu útbúgving. Sjálvandi kann tað standa á onkuntíð, tá tungir lutir skulu lyftast, men tað eru heldur ikki allir menn, sum eru líka sterkir, sigur hann brosandi.
Róðin á Lofti leggur aftrat, at hann hevur bara tað besta at bera kvinnum sum handverkarum, og tí heldur hann, at snikkaraútbúgving saktans er ein møguleiki, har kvinnurnar rættiliga kunnu gera seg galdandi.











