Korona: WHO ávarar ímóti at slaka

Heimsheilsustovnurin - WHO - ávarar nú ímóti einari vandamiklari smittubylgju í heyst.

 

- Meðan fleiri evropeisk lond lætta um smittuverjutiltøkini, ávarar Heimsheilsustovnurin ímóti at slaka í tiltøkunum. WHO vísir á, at ein nýggj spjaðing av korona-smittu kann fella saman við sesong-krími ella meslingum.

Hetta sigur Dr. Hans Kluge, sum er leiðari fyri evropeiska partinum í WHO, við ávísina, The Daily Telegraph. Hann ávarar evropeisk lond, sum nú eru í ferð við at slaka í avmarkingunum. 

- Sjálvt um smittutølini byrja at minka í Italia, Fraklandi og Stórabretlandi, merkir tað ikki, at farsóttin er av, sigur Dr. Hans Kluge.

Hann vísir á, at Singapore og Japan sóu skjótt, at tíðin ikki er komin til at slaka í avmarkingunum, men heldur at fyrireika seg til, at smittan aftur kann fara at gera um seg.

- Tað er hetta, sum skandinavisku londini gera. Tey útiloka ikki møguleikan fyri einari nýggjari smittubylgju, men vóna, at smittan - um hon tekur seg upp aftur - kann sporast og avbyrgjast, og at berast kann skjótt at, sigur Dr. Hans Kluge.

Hann vísir á, at smittan í Evropa hevur flutt seg eystur yvir við fleiri nýggjum tilburðum í eitt nú Ukraina, Hvítarusslandi, Russlandi og Kasakhstan.

- Evropisku londini áttu at brúkt tíðina skilagott, styrkt heilsuskipaninar og bygt út kapasitetin á sjúkrahúsunum eins og intensivu deildirnar, sigur Dr. Hans Kluge hjá Heimsheisustovninum, WHO.