Gongst sum ætlað, fer landsstýrið at leggja uppskot fyri Løgtingið beint eftir ólavsøku um at skilja Sev sundur í tvey.
Tað fortaldi Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður í orkumálum, fyri Løgtinginum fyrr í vikuni.
Endamálið við tí er at skilja sjálvt el-netið frá Sev so tað verður frítt hjá øðrum at gera streym inn á netið fyri at fáa kapping í.
Les eisini: Í summar fer samgongan at kollvelta Sev
Men tað eru kommunurnar, sum eiga Sev, men John Zachariassen, nevndarformaður í Sev, sigur, at enn tey hava einki frætt um ætlanina.
Hann vísir á, at Løgtingið hevur samtykt at seta eina óhefta nevnd at kanna fyrimunir og vansar við at skilja Sev sundur í tvey.
Tað tekur hann undir við. Men hann hevur skrivað sær aftan fyri oyrað, at Sev hevur einki frætt um hendan arbeiðsbólkin.
Og hann hevur eisini skrivað sær aftan fyri oyrað, at samgongan, eftir øllum at døma, loypur hetta kanningararbeiðið um og borðreiðir við eini ætlan um at skilja Sev sundur, áðrenn kanningin er liðug.
Og hann ásannar, at tað undrar hann.
Hann heldur, at eitt tað týdningarmiklasta er at fáa greiði á veitingartrygdini, serliga tá ið tað er turt og stilli, og sostatt dýrt at gera streym.
Trýst á pílin undir myndini og hoyr nevndarformannin í Sev greiða frá










