Beijing sleppa frá at fara í skúla í ein heilan mánað. Tað kunngjørdu tey kinesisku bløðini í gjár. Orsøkin er, at heilsumyndugleikarnir í býnum hava sett sær fyri at forða fyri, at tann herviliga lungnasjúkan [...] lungnasjúkan SARS skal fara at gera um seg í teimum nógvu skúlunum í býnum. Samstundis eru myndugleikarnir farnir undir eina rættiliga herferð, sum hevur til endamáls at finna øll, sum hava fingið smittuna [...] smittuna, so tey kunnu fáa ta neyðugu viðgerðina, og soleiðis at tey ikki bera sjúkuna víðari. -Eingin tilburður sleppur undan. Vit skulu hava fatur á øllum, segði formaðurin í Beijing-deildini hjá kommunis
Tá tollararnir fóru umborð at kanna skipið, funnu teir ikki minni enn 3,6 tons av kokaini. Farmurin fylti so nógv, at sjálvt koyggjurnar vóru fullar, og tí noyddist manningin at sova á brúnni. Bretska tollvaldið [...] myndugleikarnir halda, at skipið kom úr Kolombia, og at tað var á veg til Spania við ólógliga farminum. Á sponsku útnyrðingsstrondini eru nógvar smár víkir, og myndugleikarnir halda, at skipið ætlaði sær inn [...] tollvaldið heldur, at kokainið er næstan tríggjar milliardir krónur vert á ólógliga marknaðinum. Skiparin á honduranska herskipinum er úr Dominikanska Lýðveldinum, og hinir av manningini eru grikkar. Teir
mánað skal Bush til Evropa at ferðast, og blaðið New York Times vil vera við, at forsetin umhugsar at leingja ferðina, so hann eisini kann fara til Miðeysturs. Tað tykist greitt, at Bush fer ikki til Ísraels [...] Ísrael ikki gjørt. Tað ger ikki viðurskiftini millum teir báðar partarnar betur, at Ísrael mikudagin noyddi Mahmoud Abbas at avlýsa eina ætlaða ferð til Gaza-geiran. Beint áðrenn Abbas skuldi fara hagar, [...] George W. Bush, forseti, umhugsar nú, um hann sjálvur skal royna at fáa ferð á friðartilgongdina í Miðeystri. Mikudagin tosaði Bush í telefonini við ísraelska forsætisráðharran, Ariel Sharon, og panslestinska
"Kjalarvatn", sum er lýst at verða í Vestmanna, 24.mai 2003, verður til nakað, nú ILA-sjúka er staðfest í alibrúkinum hjá P/F Navir undir Válalandinum. - Fyri at bera okkum rætt at, sendu vit eina umbøn til [...] Sama konsept Birgir vísir á, at "Kjalarvatn" kemur at hava sama konsept sum seinast, tá ið umleið 150 bátar vitjaðu stevnuna. - Vit, sum fyrireika stevnuna, hava eisini skilt, at gongufeløg, hestafeløg og [...] til Bjørn Harlov, fiskadjóralækna, um loyvi at halda stevnuna, sigur Birgir W. Høgnesen. Hann fegnast um, at Bjørn Harlov nú hevur givið vestmenningum endaligt loyvi , so stevnan kann haldast. - Nakrar
Danir fáa úr at gera á jarðfrøðiøkinum tey næstu árini. Saman við føroyingum skulu teir royna at sannføra onnur um, at føroyska meginlandsstøðið røkkur langt suðureftir, og samstundis skulu teir saman [...] lagdur undir arbeiðið. Danir og grønlendingar hava sett sær fyri at prógva, at økið við Norðpólin hevur samband við Grønland jarðfrøðiliga, og at Norðpólurin er á sama meginlandsstøði sum Grønland. Men teir [...] saman við grønlendingum sannføra uppaftur onnur um, at tað grønlendska meginlandsstøðið røkkur væl norður um norðasta blettin í Grønlandi. Fyrradagin staðfesti Fólkatingið altjóða havrættarsáttmálan, og harvið
hava eisini umrøtt spurningin at byggja eitt avrættingarhøli á herstøðini, men John Smith, sum er løgfrøðingur hjá amerikanska hervaldinum, sigur, at enn er ov tíðliga at siga nakað um møguligar avrættingar [...] varð tulkað sum eitt tekin um, at amerikanararnir ætla at lata fangarnar í Guantanamo koma fyri ein hernaðardómstól. -Verður talan um hernaðarlig rættarmál, vænta vit, at sjálv revsingin eisini verður fullførd [...] Amerikanarar eru nú farnir undir at byggja eitt rættarhøli á herstøðini Guantanamo á Kuba, har teir hava einar 680 fangar, sum eru undir illgruna fyri at hava havt samband við yvirgangsfelagsskapin al-Qaeda
og sambært manningini á flogfarinum var nógv olja at síggja á sjónum. Manningin vildi eisini vera við, at olja kom støðugt upp í vatnskorpuna, og at leki tí var komin á tangarnar. Men hetta avsannaðu [...] Portugisisku myndugleikarnir boðaðu sunnudagin frá, at olja var farin at renna úr tangunum á tangaskipinum "Prestige", sum sakk úti fyri sponsku útnyrðingsstrondini í síðstu viku. Eitt portugisiskt ra [...] talinum. Teir vilja vera við, at minst 20.000 tons runnu úr tangunum, áðrenn "Prestige" fór til botns. Seinastu dagarnar hava fleiri hundrað sjálvboðin hjálpt myndugleikunum at taka olju upp í fjøruni á sponsku
Sjálvur sigur Eyðun seg vera spentan um uppgávuna, og vónar AB fer at standa seg væl í ár. ? At fara frá fyrstu deildar fótbólti til at spæla í aðru deild er eitt vet niðureftir, men AB hevur eitt spennandi [...] felagið ætlar at nýta árið í ár at etablera seg í 2.deild, áðrenn síðsta takið verður tikið mótvegis uppflyting í fremstu deildina. Umframt Eyðun Samuelsen, so arbeiðir AB í løtuni við at fáa aðrar spælarar [...] Kviki framherjin, Eyðun Samuelsen, fer í ár at spæla í AB. Hóast papírarbeiðið ikki rættiliga er avgreitt enn, so er greitt at Eyðun ikki verður í HB í ár. Eyðun Samuelsen var partur av meistaraliðnum
breyðbakkar og reinsdjór úr træi. Har er so nógv at fáa, at ógjørligt verður at nevna alt her. Men far ein túr inn í handilin, so sleppur tú eisini at heilsa uppá øll tey fittu fólkini, ið har starvast [...] Í handlinum á Stíggi er mangt og hvat at fáa. Um tú ætlar at keypa onkrum eina gávu, far so inn á gólvið har. Har er nógv at fáa. Og tað er slett ikki dýrt. Tey, ið starvast har eru fitt í hondunum. Tey [...] Tey seyma, mála og smíðja. Fyri stuttum fingu tey bindimaskinu, so nú liggur væl fyri at binda. Tey tøva eisini og seyma húgvur og turrikløð. Alt er minst líka snøgt og tað, sum kann keypast í bindibúðunum
Fótbóltur Nú stríðið um at sleppa undan niðurflyting harðnar, vóru tvøramenn farnir undir at leita sær styrk til komandi dystirnar. Ætlanin var, at hálvi føroyingurin, Johan Byrial Hansen, skuldi leika [...] hevði við sær, at hann í vár varð útlæntur til 1. deildarfelagið, Fredercia. Danska kappingin er fyri langari síðan farin í summarfrí, og tí hevði TB kannað sær møguleikan at fáa Johan Byrial at leika teir [...] við leikaran sjálvan, men fríggjadagin kom so skriv frá DBU, ið noktaði Johan Byrial at skifta til TB. Orsøkin var, at sambært lógunum hjá DBU, hevur ein leikari ikki loyvi til spæla við trimum ymiskum feløgum