Í handlinum á Stíggi er mangt og hvat at fáa. Um tú ætlar at keypa onkrum eina gávu, far so inn á gólvið har. Har er nógv at fáa. Og tað er slett ikki dýrt. Tey, ið starvast har eru fitt í hondunum. Tey seyma, mála og smíðja.
Fyri stuttum fingu tey bindimaskinu, so nú liggur væl fyri at binda. Tey tøva eisini og seyma húgvur og turrikløð. Alt er minst líka snøgt og tað, sum kann keypast í bindibúðunum.
Tú kanst eisini keypa vøkur turrikløð úr silki, sum tey sjálvi hava málað.
Eisini gera tey grýtulappar, dúkar og upphang. Umframt hillar, gera tey eisini leypar, breyðbakkar og reinsdjór úr træi.
Har er so nógv at fáa, at ógjørligt verður at nevna alt her. Men far ein túr inn í handilin, so sleppur tú eisini at heilsa uppá øll tey fittu fólkini, ið har starvast.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$









