Bátastevna
Gitingar hava verið um, hvørt stóra bátastevnan "Kjalarvatn", sum er lýst at verða í Vestmanna, 24.mai 2003, verður til nakað, nú ILA-sjúka er staðfest í alibrúkinum hjá P/F Navir undir Válalandinum.
- Fyri at bera okkum rætt at, sendu vit eina umbøn til Bjørn Harlov, fiskadjóralækna, um loyvi at halda stevnuna, sigur Birgir W. Høgnesen.
Hann fegnast um, at Bjørn Harlov nú hevur givið vestmenningum endaligt loyvi , so stevnan kann haldast.
- Nakrar treytir um frástøðu til alistøðirnar fylgja loyvinum, sum fiskadjóralæknin hevur givið okkum, sigur hann.
Sama konsept
Birgir vísir á, at "Kjalarvatn" kemur at hava sama konsept sum seinast, tá ið umleið 150 bátar vitjaðu stevnuna.
- Vit, sum fyrireika stevnuna, hava eisini skilt, at gongufeløg,
hestafeløg og møguliga Føroya Ellisakfør ætla sær til stevuna. Tí kann roknast við einum rættiligum várdegi í Vestmanna, 24. mai, sigur Birgir W. Høgnesen.