Amerikanarar eru nú farnir undir at byggja eitt rættarhøli á herstøðini Guantanamo á Kuba, har teir hava einar 680 fangar, sum eru undir illgruna fyri at hava havt samband við yvirgangsfelagsskapin al-Qaeda. Teir flestu vórðu tiknir í Afghanistan og fluttir til Kuba.
Amerikanskir embætismenn hava eisini umrøtt spurningin at byggja eitt avrættingarhøli á herstøðini, men John Smith, sum er løgfrøðingur hjá amerikanska hervaldinum, sigur, at enn er ov tíðliga at siga nakað um møguligar avrættingar.
-Vit hava ikki gjørt av, hvar fangar møguliga skulu avrættast, sigur John Smith.
Fyri einum mánað síðani tilnevndi verjumálaráðið Pentagon ein høvuðsákæra og ein verja, og hetta varð tulkað sum eitt tekin um, at amerikanararnir ætla at lata fangarnar í Guantanamo koma fyri ein hernaðardómstól.
-Verður talan um hernaðarlig rættarmál, vænta vit, at sjálv revsingin eisini verður fullførd í Guantanamo, sigur John Smith.
Enn er eingin av teimum 680 fangunum skuldsettur.










