Skipið var fult av kokaini

Bretskir og spanskir tollarar, sum fóru umborð á ein gamalt herskip úr Honduras hósdagin, gjørdu rættiliga kvetti.

Trollararnir vóru við einum bretskum herskipi, sum steðgaði tí gamla honduranska herskipinum úti í Atlantshavinum. Tá tollararnir fóru umborð at kanna skipið, funnu teir ikki minni enn 3,6 tons av kokaini. Farmurin fylti so nógv, at sjálvt koyggjurnar vóru fullar, og tí noyddist manningin at sova á brúnni. Bretska tollvaldið heldur, at kokainið er næstan tríggjar milliardir krónur vert á ólógliga marknaðinum.

Skiparin á honduranska herskipinum er úr Dominikanska Lýðveldinum, og hinir av manningini eru grikkar. Teir sita nú allir í varðhaldi í Spania. Sponsku myndugleikarnir halda, at skipið kom úr Kolombia, og at tað var á veg til Spania við ólógliga farminum. Á sponsku útnyrðingsstrondini eru nógvar smár víkir, og myndugleikarnir halda, at skipið ætlaði sær inn á eina av hesum víkunum at lossa farmin í land.