George W. Bush, forseti, umhugsar nú, um hann sjálvur skal royna at fáa ferð á friðartilgongdina í Miðeystri.
Mikudagin tosaði Bush í telefonini við ísraelska forsætisráðharran, Ariel Sharon, og panslestinska forsætisráðharran, Mahmoud Abbas. Í næsta mánað skal Bush til Evropa at ferðast, og blaðið New York Times vil vera við, at forsetin umhugsar at leingja ferðina, so hann eisini kann fara til Miðeysturs. Tað tykist greitt, at Bush fer ikki til Ísraels, tí viðurskiftini har verða ikki hildin at vera nóg trygg, og tí verða Kuwait og Qatar nevnd sum møguligir fundarstaðir.
Palestinararnir hava góðkent tað seinasta friðaruppskotið, men tað hevur Ísrael ikki gjørt. Tað ger ikki viðurskiftini millum teir báðar partarnar betur, at Ísrael mikudagin noyddi Mahmoud Abbas at avlýsa eina ætlaða ferð til Gaza-geiran. Beint áðrenn Abbas skuldi fara hagar, sendi Ísrael fimtan stríðsvognar til Gaza og byrgdi eitt stórt øki av.