Johan Byrial skuldi vera við TB

DBU-lóggeving steðgaði landsliðsleikarinum at vera á vøllinum í Gundadali sunnudagin

Fótbóltur

Nú stríðið um at sleppa undan niðurflyting harðnar, vóru tvøramenn farnir undir at leita sær styrk til komandi dystirnar. Ætlanin var, at hálvi føroyingurin, Johan Byrial Hansen, skuldi leika við TB í vikuskiftinum. Johan er sum kunnugt sáttmálabundin í superligafelagnum, OB, har hann hevur havt trupult við sær vinna sær pláss á besta liðnum. Vantandi spælitíð hevði við sær, at hann í vár varð útlæntur til 1. deildarfelagið, Fredercia.

Danska kappingin er fyri langari síðan farin í summarfrí, og tí hevði TB kannað sær møguleikan at fáa Johan Byrial at leika teir báðar síðstu dystirnar undan summarsteðginum. Avtala var eisini komin í lagi við leikaran sjálvan, men fríggjadagin kom so skriv frá DBU, ið noktaði Johan Byrial at skifta til TB. Orsøkin var, at sambært lógunum hjá DBU, hevur ein leikari ikki loyvi til spæla við trimum ymiskum feløgum uppá eitt kappingarár, og tískil bleiv avtalan av ongum