og í Shengen samstarvinum um marknaðeftirlit. Støðan er tann, at Danmark er limur í Shengen samstarvinum, men tað eru vit ikki, og tað eru øll viðurskifti í sambandi við hetta, amerikanarar vilja hava greiði [...] vega. Men nú, meiri enn eitt heilt ár eftir at Atlantsflog fór í holt við ætlanina, hava tey enn ikki fingið tey neyðugu loyvini. Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantsflogi harmast um, at tað dregur út. Men [...] amerikansku myndugleikarnar um loyvi at flúgva upp á New York. Tá var ætlanin at fara undir flúgvingina á heysti í fjør. Men síðani hava tey verið noydd at útseta ætlanina, tí tað eydnaðist ikki at fáa øll loyvini
sjónligt, at hetta órógvaði spælið hjá strandingum. Hinvegin er leikarahópurin soleiðis háttaður, at tað ofta kann vísa seg at geva bakslátt at fara út í eina mansverju. Talan er í nógvum førum um sera kvikar [...] viðhvørt slettis ikki. At John nú er aftur á liðnum eigur at bøta um hendan partin av spælinum, eins og hann styrkir um álopið, men mikukvøldið tóktist tað í øllum førum, sum um liðnum tørvar meira. Tankarnir [...] Álopsliga tykjast strandingar enn at vera væl fyri, og seinnu árini hevur tað nærum hoyrt til undantøkini, at máltalið í dystunum hevur verið niðan fyri tríati. Hetta hjálpir tó lítið, um mótstøðuliðið samstundis
ber seg ikki fíggjarliga, tí neyðugt er við fleiri enn 300 seldum atgongumerkjum. Sosialurin hevur skilt, at hetta var ein seinasta roynd, og tá ið hon ikki eydnaðist so væl, sum fyrireikararnir ynsktu, [...] fyrstu ferð í brúki á Norðoyastevnu, og líkt er til, at hon er væl dámd. Stóra hoppiborgin, sum er 8,5 metrar høg, 10, 3 metrar long og 6,7 metrar breið, er ætlað bæði børnum og vaksnum. Hon verður væntandi [...] FM-róðurin. Er veðrið gott, er tað eingin trupulleiki, um róðurin dregur út, men hevði tað verið vátveður hendan dagin, hevði tað verið drúgt hjá fólki at bíða eftir tíggjumannaførunum. Tað var farið um útvarpstíð
fótbóltslandsliðnum er nú um at nærkast endanum. Hetta merkir samstundis, at sáttmálin, sum FSF og Henrik Larsen hava havt, nú er um at renna út, og tí er spurningurin, hvørt talan skal vera um framhald við [...] Fótbóltssambandið í løtuni er í samráðingum við Henrik. Hetta fær illa merkt annað enn, at tað er eitt føroyskt ynski um, at Henrik Larsen í øllum førum tvey ár afturat verður føroyskur landsliðsvenjari [...] samstarvinum. Samráðast Tað eydnaðist okkum ikki mánadagin at fáa orðið á Jens Erik Magnussen, sum er formaður í landsliðsnevndini hjá FSF, men Ísak Mikladal, aðalskrivari, váttar fyri Sosialinum, at
hóast hetta ikki er rætta navn hennara, men eitt dulnevni, greiðir í samrøðu við blaðfólk hjá B.T. í dagsins blað frá, at hon er við barn, og at hon er vís í at fýrfaldi drápsmaðurin Peter Lundin er pápin [...] hon er gingin um abortmarkið. - Tað er nakað lort. Eg veit ikki hvussu feitt tað er at hava ein pápa, sum eitur Peter Lundin, sigur »Kirsten« við B.T. »Kirsten« hevur fortalt tí komandi pápanum um barnið [...] møguleiki »Kirsten« er vís í at Peter Lundin er pápi at barninum. Hon leggur afturat, at hon er ikki serliga hugtikin av at skula føða barnið hjá einum fýrfaldum drápsmanni. Men ein abort er ikki ein møguleiki
Gundadal, har B36 bíðaði. Talan var um toppdyst, um tað ber til at orða tað soleiðis, tá ið annað liðið hevur 12 stig og fulla úrtøku, og mótstøðuliðið hevur seks stig. Men tað er ein veruleiki, at B36 var næstfremst [...] nú var hon aftur upp á spæl. Eftir steðgin var tað fleiri ferðir um reppið, at gestirnir øktu um leiðsluna, men tá ið tað ikki eydnaðist, var tað framvegis spenningur í, tí B36 var onkra ferðina framvið [...] tað við brotssparksmáli, at heimaliðið tryggjaði sær øll stigini. Hetta var fyrsti sigurin hjá EBS/Skála, sum nú er frammanfyri HB, ið er aftast. Í Sarpugerði hevði ÍVB vitjan av NSÍ. Úrslitið var 1-1. Gestirnir
bæði tá ið talan var um hvønn fíggjarpolitikk vit skuldu reka, og um ríkisfelagsskapin. Tað eydnaðist at fáa undirtøku fyri mínum fíggjarpolitikki, og tað eri eg fegin um. Tað eydnaðist eisini at fáa undirtøku [...] sum vit onnur. Hetta eigur at verða gjørt á innanhýsis fundum, og við aðrari innanhýsis ávirkan, og ikki í fjølmiðlunum. Hetta vistu teir gomlu, og hetta arbeiddu teir eftir. Tað sama er galdandi fyri okkum [...] At sagt nakað annað, enn at hetta bar brá av fólkaflokspolitikki, hevði verið at fornerma núverandi landsstýrismann í vinnumálum. 2. Hóast Sambandsflokkurin í valstríðnum gav lyfti um, ikki at lækka táverandi
eina roynd vert: Um seks-tíðina týskvøldið varð nevniliga boðað frá eldi í einum sethúsum í tí annars fólkatómu og friðarligu bygdini, Slættanes. Her var talan um eini søgulig hús, tí hetta var tann gamli [...] pumpurnar mundu megna at fáa sjógvin heilt niðan til húsini, har eldur var í. Tíbetur eydnaðist hetta til fulnar, og tað eydnaðist somuleiðis at fáa teir tríggjar menninar fluttar avstað við tyrluni, hóast tað [...] staðfesta at henda royndin hevði verið royndina vert. - Vit tosa so nógv um tilbúgving. Men tað er eisini týdningarmikið at finna fram til, um hon virkar – og hvussu hon virkar, sum tikið varð til. Myndirnar hjá
Hetta verður ein dystur ímillum topp og botn, har Dráttur skal royna at halda fast um góðu støðuna í oddinum, meðan Mjølnir má royna at fanga KÍF, sum nú er farið seks stig fram um tær, aftur. Dráttur [...] i, men í øðrum setti tók Mjølnir alt á bóli, tá tær vunnu vesturi í Vágunum. Í triðja dystinum eydnaðist tó aftur Drátti at vinna, og undan dystinum í vikuskiftinum eru vágakvinnurnar eisini stórfavorittar
var 3-0, áðrenn B36 fekk um endan og tvær ferðir minkaði um munin, og síðstu løtuna var tað heilt spennandi. Undan grannauppgerðini í landskappingini er tað greitt, at tað enn eina ferð verður neyðugt [...] Hørði Askham í miðverjuni, er leikbannaður. Klæmint Matras er skaddur, Karl Martin Danielsen er langtíðarskaddur, og Robert Heðin Brockie, sum í fjør var sjálvskrivað val, er burturstaddur. Upplagt at flyta [...] tað, sum tað er neyðugt at vera, um hugsningur skal vera um at fáa nakað burturúr so góðum liði sum HB. Tí skulu vit taka útgangsstøði í tí, sum vit vístu síðstu løtuna sunnudagin. Og um nakað skal spyrjast