(framhald)
Bjørn á Heygum hevur púra rætt í, at vit vóru ósamdir, bæði tá ið talan var um hvønn fíggjarpolitikk vit skuldu reka, og um ríkisfelagsskapin. Tað eydnaðist at fáa undirtøku fyri mínum fíggjarpolitikki, og tað eri eg fegin um. Tað eydnaðist eisini at fáa undirtøku fyri mínum sambandspolitikki. Tað eri eg eisini fegin um.
Hvussu skilið hevði verið, um Bjørn fekk undirtøku fyri tí, hann ynskti, dugi eg illa at ímynda mær. Eg sá ongantíð nøkur ítøkilig uppskot frá honum sjálvum. Bjørn kom ikki við konkretum uppskotum, sum elvdu til tann dialog, nýhugsan og dynamikk, sum hann eftirlýsir í greinini. Bert álop og bakbit, um at vit skuldu laga okkum eftir Fólkaflokkinum. Tá var Fólkaflokkurin tað heilt stóra ljósið, eins og Javnaðarflokkurin er tað í dag.
Nøkur heilt fá dømi
Fyri at grundgeva fyri, at eg ikki dugi at síggja, at Bjørn minnir so nógv um teir gomlu, Andrass Samuelsen, Kristian Djurhuus, Jóhan Poulsen v. fl., sum hann sjálvur vil vera við, skal eg nevna nøkur dømi um arbeiðslag hansara meðan hann sat í løgtinginum fyri Sambandsflokkin.
1. Sum nývaldur tingmaður, bjóðaði Bjørn á Heygum, sjálvur annar, Sjónvarpinum inn í privathús, har teir báðir, aftanfyri ryggin á teimum afturvaldu tinglimunum, vóru í ferð við at gera sítt egna samgonguskjal. At sagt nakað annað, enn at hetta bar brá av fólkaflokspolitikki, hevði verið at fornerma núverandi landsstýrismann í vinnumálum.
2. Hóast Sambandsflokkurin í valstríðnum gav lyfti um, ikki at lækka táverandi lønir við lóg, leyp Bjørn beinanvegin yvir í fólkafloksleypin.
3. Bjørn mótarbeiddi frá byrjan av við hond og fót kravinum hjá Sambandsflokkinum, um at fáa eina politiska loysn av bankamálinum. Í dag kann ongin vera í iva um, at vit fingu eina politiska loysn. Til tað seinasta mótarbeiddi Bjørn sum umboð fyri Sambandsflokkin, at semja skuldi fáast um samráðingaruppleggið til bankamálið.
4. Bjørn leyp frá til fólkatingsvalið. Tað sigst at sambandsveljarar í Suðurstreymoy vóru ørkymlaðir av, at hann mælti teimum til at velja Óla Breckmann. Uttan mun til hetta, so hevur Bjørn høvuðsábyrgdina av, at Sambandsflokkinum tørvaði umleið 180 atkvøður í at fáa mann valdan, og harvið at fáa Uffa Ellemann-Jensen til danskan forsatisráðharra, við Sambandsflokkinum sum tunguni á vágskálini á fólkatingi.
5. Bjørn leyp ikki bara frá til løgtingsvalið. Hann mótarbeiddi Sambandsflokkinum av øllum alvi í valstríðnum, við síni útspillandi skriving.
6. Bjørn var ein av oddamonnunum í ætlaða ?kvettinum? í Sambandsflokkinum, har formaðurin skuldi koyrast frá, beint áðrenn hesin skuldi samráðast við ríkismyndugleikarnar um sera týðandi mál. Men baklandið í Sambandsflokkinum segði nei til hesa ráðagerð.
Mín áheitan á Bjørn
Góði Bjørn. Vilt tú líkjast teimum gomlu og farnu sambandshetjunum, so eigur tú at gevast við tíni, fyri Sambandsflokkin oyðileggjandi skriving. Almenn álop, bakbit og útspilling loysa ongi mál.
Ætlar tú at gera teg galdandi í flokkinum, so tosa tína søk sum vit onnur. Hetta eigur at verða gjørt á innanhýsis fundum, og við aðrari innanhýsis ávirkan, og ikki í fjølmiðlunum. Hetta vistu teir gomlu, og hetta arbeiddu teir eftir. Tað sama er galdandi fyri okkum í dag.
Edmund Joensen