Fimta umfar í bestu kvinnudeildini í fótbólti hevur verið í kvøld, og harvið hava øll liðini nú spælt einaferð ímóti hvørjum øðrum.
Meistaraliðið úr Klaksvík hevði fulla úrtøku undan ferðini suður í Gundadal, har B36 bíðaði.
Talan var um toppdyst, um tað ber til at orða tað soleiðis, tá ið annað liðið hevur 12 stig og fulla úrtøku, og mótstøðuliðið hevur seks stig. Men tað er ein veruleiki, at B36 var næstfremst undan hesum dystinum. B36 var síðsta liðið at møta KÍ, og tí var eitt sindur av spenningi, um tað nú fór at eydnast at koppa favorittarnar úr Klaksvík og harvið at fáa meiri spenning í kappingina.
Tað eydnaðist ikki B36 at gera nakað við KÍ, sum vann 2-0 og av álvara hevur kós ímóti enn einum FM heiti. Hálvleiksstøðan var 1-0.
Ein lítil hálvur tími var farin, tá ið Malena Olsen legði KÍ á odda. Tá ið KÍ sunnudagin vann 3-0 á heimavølli ímóti EBS/Skála, var 16 ára Malena fyri fyrstu ferð millum KÍ málskjúttarnar, og nú var hon aftur upp á spæl.
Eftir steðgin var tað fleiri ferðir um reppið, at gestirnir øktu um leiðsluna, men tá ið tað ikki eydnaðist, var tað framvegis spenningur í, tí B36 var onkra ferðina framvið, eitt nú í sambandi við hornasparksstøður.
Tjúgu minuttir undan leikloki varð Rannvá B. Andreasen skift inn á KÍ liðið, og tveir minuttir seinni skoraði hon 2-0 málið. Sambært faroesoccer.com var hetta dystur nummar 392 hjá Rannvá í landskappingini, og hetta fyrsta málið hjá henni í ár var nummar 546.
Tapið var tað fyrsta hjá B36 í ár.
Undan kappingarbyrjan varð roknað við, at HB fór at bjóða av í toppinum. Í kvøld tapti HB 2-1 í Hólmanum á Eiði, og nú øll liðini hava spælt ímóti hvørjum øðrum, er tað ikki enn eydnast HB at vinna fulla úrtøku.
EBS/Skála skoraði sigursmálið í 93. minutti. Tað var við brotssparki, sum Birna Tummasardóttir Mikkelsen setti í málið aftanfyri HB málverjan Eyðgerð Mikkelsen.
Miðskeiðis í seinna hálvleiki legði Julia Naomi Mortensen HB á odda 1-0. Fimm minuttir eftir, at hon í 66. minutti varð skift inn, javnaði Anna Katrina Mikkelsen til 1-1. Lea Lisberg átti uppleggið, og so var tað við brotssparksmáli, at heimaliðið tryggjaði sær øll stigini. Hetta var fyrsti sigurin hjá EBS/Skála, sum nú er frammanfyri HB, ið er aftast.
Í Sarpugerði hevði ÍVB vitjan av NSÍ. Úrslitið var 1-1.
Gestirnir løgdu seg seks minuttir undan steðginum á odda við brotssparki, sum Rúna Olsen umsetti til mál, og heimaliðið javnaði til 1-1, tá ið tað restaðu 13 minuttir. Tað var Jacoba Langgaard, sum umsetti brotsspark til mál.
EBS/Skála – HB 2-1 (0-0)
0-1: Julian Naomi Mortensen 64.
1-1: Anna Katrina Mikkelsen 71.
2-1: Birna Tummasardóttir Mikkelsen br 93.
ÍVB – NSÍ 1-1 (0-1)
0-1: Rúna Olsen br 39.
1-1: Jacoba Langgaard br 77.
B36 – KÍ 0-2 (0-1)
0-1: Malena Olsen 28.
0-2: Rannvá B. Andreasen 72.
KÍ | 5 | 5 | 0 | 0 | 10 | 2 | 15 |
NSÍ | 5 | 1 | 3 | 1 | 7 | 4 | 6 |
B36 | 5 | 1 | 3 | 1 | 6 | 5 | 6 |
ÍVB | 5 | 1 | 2 | 2 | 5 | 8 | 5 |
EBS/Skála | 5 | 1 | 1 | 3 | 4 | 8 | 4 |
HB | 5 | 0 | 3 | 2 | 6 | 8 | 3 |
6. umfar
Sunnudagin 21. juni
EBS/Skála - ÍVB
NSÍ - KÍ
B36 - HB