Eystanstevna
Tað verður eingin útikonsert aftur á Eystanstevnu. Hetta hevur Mentanarhúsfelagið, sum skipaði fyri konsertini, gjørt av eftir, at tað vísir seg, at tiltakið ikki fæst at hanga saman fíggjarliga.
Hetta er triðja árið á rað, at skipað hevur verið fyri útikonsert á parkeringsøkunum omanfyri Brotið í Saltangará.
Bólkarnir, sum luttóku á Eystanstevnu í ár, vóru Týr, I am og Høgni Lisberg. Hetta eru millum best umtóktu bólkar og sangarar í Føroyum í løtuni. Tiltakið eydnaðist væl og tey, sum komin vóru saman at lýða á, vóru serstakliga væl nøgd við tónleikin. Men eftir stendur, at tiltakið ber seg ikki fíggjarliga, tí neyðugt er við fleiri enn 300 seldum atgongumerkjum.
Sosialurin hevur skilt, at hetta var ein seinasta roynd, og tá ið hon ikki eydnaðist so væl, sum fyrireikararnir ynsktu, hevur Mentanarhúsfelagið gjørt av ikki at taka hetta tiltakið uppaftur.
Í ár varð eisini roynt at flyta konsertina, sum annars hevur verið fríggjakvøld, til leygarkvøldið, men tað loysti seg heldur ikki upp fyri, at fyrireikararnir fingu endarnar at røkka.
Í forsølu kostaðu atgongumerkini 120 krónur og 150 krónur við dyrnar.
Tískil verður eingin útikonsert av hesum slagnum aftur á Eystanstevnu.
Fleiri fólk
Á Kunningarstovuni í Saltangará siga tey, at nógv fleiri fólk hava vitjað Eystanstevnuna, síðan stevnuøkið varð flutt inn í miðbýin fyri trimum árum síðan.
- Soleiðis er stevnan eisini nógv vaksin seinastu árini, og leygarkvøldið var næstan sum á ólavsøku í miðbýnum.
Í ár var stevnuøkið stongt av fyri gjøgnumgangandi ferðslu fyrr enn vanligt, og hetta gjørdi, at feløg og fólk, sum høvdu tiltøk á økinum, fingu betri stundir og betri umstøður at fyrireika seg til ymisku tiltøkini.
Eitt, tú serliga legði merki til í ár, var velduga stóra hoppiborgin, sum var á stevnuøkinum. Henda var fyrstu ferð í brúki á Norðoyastevnu, og líkt er til, at hon er væl dámd. Stóra hoppiborgin, sum er 8,5 metrar høg, 10, 3 metrar long og 6,7 metrar breið, er ætlað bæði børnum og vaksnum. Hon verður væntandi at síggja á fleiri øðrum stevnum í summar.
Á Kunningarstovuni siga tey, at fleiri fólk vitja á Eystanstevnu, tá ið kappróðurin á stevnuni telir við í FM-heitinum.
- Rættiliga nógv fólk var til kappróðurin, helst av tí allar mesta. Veðrið var gott, meðan bátarnir róðu, og sólin skein. Eitt lot lá inneftir fjørðinum, men sum kappróðurin leið, stilti hann av, og lotið ávirkaði ikki róðurin nevnivert.
Kappróðurin á Eystanstevnu var annars rættiliga drúgvur,
og kanska kundu tey, sum leggja róðurin til rættis, skipað so fyri, at teir róðrarnir, sum ikki telja við til FM, lógu fyri ella eftir sjálvan FM-róðurin.
Er veðrið gott, er tað eingin trupulleiki, um róðurin dregur út, men hevði tað verið vátveður hendan dagin, hevði tað verið drúgt hjá fólki at bíða eftir tíggjumannaførunum. Tað var farið um útvarpstíð leygarkvøldið, áðrenn allir FM-róðrarnir vórðu avgreiddir.
Jóhan setti
Tað var Jóhan í Kollafirði, sum leygardagin setti stevnuna. Fyri setanina var skrúðgonga úr Glyvra skúla og út á stevnuøkið, har ein ? sum hann sjálvur sigur ? nervøsur Jóhan setti stevnuna. Nógv fólk var samankomið í góðveðrinum til setanina.
- Eg eri altíð nervøsur, tá ið eg fari á pallin, men tað kiksar ongantíð, segði ein fegin, Jóhan, tá ið vit høvdu hann í telefonini sunnudagin.
Hann var væl nøgdur við setanarrøðu sína, tí, sum hann sjálvur sigur:
- Eg fekk alt fólkið við.
Jóhan spurdi út í mannamúgvuna, hvønn Jóhan fyrireikararnir høvdu biðið seta stevnuna, og síðan nevndi hann seg sjálvan í fleiri ymiskum leiklutum.
Frá setanini, fóru fólk oman á bryggjuna til kappróðurin, og tað var næstan sum á ólavsøku at síggja mannamúgvuna, sum fylgdi róðrunum.
Á Kunningarstovuni siga tey, at meginparturin av tí, sum var á selja á kaiøkinum, eitt nú pylsur og annað, var selt hesar tímarnar, meðan kappróðurin var.
Midnáttarsamkoma
Fríggjakvøldið sirmaði eitt sindur, meðan Trøllapætur, omman og Angela høvdu framførslu, men tað bilti ikki.
Sum nevnt, var veðrið av tí besta leygardagin. Á midnátt leygarkvøldið, tá ið midnáttarsamkoman skuldi vera, fór tó at regna, og sum frá leið gjørdist rættiliga vátt. Tað regnaði alla sunnunáttina og sleit ikki íaftur, fyrr út á sunnudagin, tá ið tivoli læt upp. Sunnudagin var veðrið aftur, sum tað eigur at verða á eini stevnu, og fólk hugnaðu sær óført á stevnuøkinum.
Tað var Diana Borgnýardóttir, sum helt midnáttarrøðuna og fyri røðuna, sang Eystankórið nakrar sangir.
Upphitarar til midnáttarsamkomuna var Nes sóknar Musikkfelag, sum byrjaði at spæla á stevnuøkinum leygarkvøldið klokkan 23.30.
Kunningarstovan sigur, at kvøldsetan við tónleiki, sangi og skemti, sum var í Ítróttarhøllini sunnukvøldið, eydnaðist stak væl.
- Kabarettin, sum fyrstu ferð var framførd sunnudagin, var fyri fullsettum húsi. Verður undirtøkan hin sama mánakvøldið, verður møguliga ein eykasýning.
Á Kunningarstovuni siga tey, at feløgini, sum stóðu aftanfyri ymisku tiltøkini á Eystanstevnu, sum heild lata væl at.
- Vit halda ikki, at Eystanstevnan nakrantíð áður hevur verið so væl vitjað sum hesaferð, og tað fegnast vit um, siga tey á Kunningarstovuni í Saltangará.










