Tað dregur út hjá føroyska flogfelagnum, Atlantsflogi, at fáa øll tey neyðugu loyvini, sum krevjast fyri at sleppa at flúgva til amerikanska stórbýin, New York.
Tað var í desember í 2018, at Atlantsflog váttaði, at tey høvdu søkt amerikansku myndugleikarnar um loyvi at flúgva upp á New York.
Tá var ætlanin at fara undir flúgvingina á heysti í fjør. Men síðani hava tey verið noydd at útseta ætlanina, tí tað eydnaðist ikki at fáa øll loyvini til vega.
Men nú, meiri enn eitt heilt ár eftir at Atlantsflog fór í holt við ætlanina, hava tey enn ikki fingið tey neyðugu loyvini.
Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantsflogi harmast um, at tað dregur út. Men hon staðfestir samstundis, at tað er avgjørt gongd í málinum, og hon ivast heldur ikki í, at tað fer at eydnast at fáa øll loyvini til vega, so at ætlanin at flúgva upp á New York verður veruleiki.
Ætlanin var at flúgva nakrar túrar beinleiðis ímillum Føroyar og new York í mai og í september, men nú torir stjórin ikki at lova, at tey fáa loyvini til vega í so mikið góðari tíð, at tey lukkast at fara undir flúgvingina nú í mai.
– Vit skulu eisini hava stundir at selja ferðaseðlar, so nú fer tíðin av álvara at ganga undan til at farast kann undir flúgvingina í mai í ár, sigur hon.
Hon sigur, at nakað av tí, sum liggur í buktini, eru ymisk umsitingarlig ivamál.
Amerikanarar vilja hava greiði á, hvørja støðu, vit hava í ríkisfelagsskapinum og í Shengen samstarvinum um marknaðeftirlit.
Støðan er tann, at Danmark er limur í Shengen samstarvinum, men tað eru vit ikki, og tað eru øll viðurskifti í sambandi við hetta, amerikanarar vilja hava greiði á.
Men Jóhanna á Bergi er bjartskygd. Hetta skal nokk verða til veruleika, men eg fái bara ikki sagt nær, sigur hon.