FLOGBÓLTUR
Sjgongdin hjá Drátti hevur verið sera góð í ár. Undan kapppingini var greitt, at stóri spælarin frá í fjør, Nina Alter, ikki fór at vera partur av liðnum í ár. Ungu leikararnir hjá liðnum hava tó fylt holið eftir Ninu væl, og tá grundspælið var liðugt lá Dráttur á øðrum plássi javnar í stigum við ÍF.
Hjá Mjølni evur hinvegin ikki gingið so væl. Tær hava ligið í botninum í alt ár, og úrslitini hava ikki verið av teimum bestu. Nú eru stigini tó hálverað, og hetta gevur Mjølnir ein nýggjan møguleika at røkka longur upp eftir stigatalvuni, tí skulu tær royna at vinna dystin ímóti Drátti. Hetta er helst heldur ikki ómøguligt, tí seinast liðini hittust eydnaðist Mjølni at vinna 3-2 á Giljanesi.
Tann sigurin kom eisini illa við hjá Drátti, sum hevði ligið á odda í meistaradeildini hjá kvinnum, um tær vunnu tann dystin. Við sigri í hesum dystinum kunnu tær leggja tapið í grundspælinum aftur um seg.










