H71-StÍF 24-30 (10-13)
Hondbóltur
Tað var eins og áskoðararnir uppi á Hálsi í Havn mikukvøldið beinan vegin fingu eina ábending um, hvønn veg tað fór at bera við dystinum millum H71 og StÍF.
Ikki vóru leiktir nógvir minuttir, fyrr enn Johan Danielsen í Strandamálinum hevði framt fleiri framúr góðar bjargingar, og hesar høvdu við sær, at H71 als ikki fekk umsett leikliga býti á vøllinum til ein tilsvarandi málmun.
Serliga hesa fyrstu løtuna tóktist tað, sum um tað kundi gera tað sama, hvussu hoyvíkingar royndu. Av veinginum, bakkinum ella strikuni. Alt kundi gera tað sama, tí Johan »superman«, sum tey rópa hann á Skála, var at kalla fyri hvørja ferð.
Verjan hjá StÍF var nevnliga alt annað enn trygg fyrstu løtuna av dystinum. Serliga tóktist Hallur Danielsen at trívast væl við hesum, men fríspælingar hansara til viðleikaranar vórðu misnýttar á nærum skammiligan hátt.
So við og við fingu strandingar tó betri skil á verjuna, men tað tóktist tó greitt, at ongantíð sluppu rættiliga leysir av mótstøðuliðnum. Fyrst og fremst orsakað av kanónskjúttanum hjá H71, Halgir Dahl Olesen, men eisini tí hoyvíkingar ofta høvdu gott tak á verjupartinum, og har við fingu steðga vanliga kvika verjuspælinum hjá StÍF.
Fram móti endanum av fyrra hálvleiki fóru hoyvíkingar eisini út at mansverja rumenska Costin Dumitrescu, og tað var sjónligt, at hetta órógvaði spælið hjá strandingum.
Hinvegin er leikarahópurin soleiðis háttaður, at tað ofta kann vísa seg at geva bakslátt at fara út í eina mansverju. Talan er í nógvum førum um sera kvikar leikarar, og eitt nú dugdi Marius Joensen sera væl at gera sær dælt av eyka plássinum, sum ein mansverja av viðleikara gevur.
Hoyvíkingar sleptu tó ongantíð takinum, men royndu alla tíðina at halda sambandi við mótstøðuliðið við líka, og satt at sgia, so eydnaðist heldur ikki strandingum at sleppa leysir. Ta einu løtuna í seinna hálvleiki kendu teir seg eisini noyddar at mansverja Halgir, tí tað eydnaðist hoyvíkingunum somikið væl at spæla hann upp til skot.
Tíggju mál gjørdi Halgir í dystinum, men hetta var tó ikki nóg mikið til at tryggja hoyvíkingunum nakað stig. Hinvegin skal leggjast afturat, at hevði Johan Danielsen ikki staðið seg somikið væl í málinum, so kundi máltalið hjá Halgiri lættliga verið nógv størri, og so kundi søgan verið ein heilt onnur.
Við sigrinum styrktu strandingar sær um støðuna á silvurplássinum, har teir enn eru staddir, men dysturin avdúkaði tó fleiri veikleikar fyri teirra viðkomandi.
Tann størsti av hesum var uttan iva verjuparturin, sum gjøgnumgangandi hekk illa saman, og viðhvørt slettis ikki.
At John nú er aftur á liðnum eigur at bøta um hendan partin av spælinum, eins og hann styrkir um álopið, men mikukvøldið tóktist tað í øllum førum, sum um liðnum tørvar meira.
Tankarnir fóru kanska at leita aftur til Sveinbjørn Poulsen, sum ikki longur hevur stundir at ferðast aftur og fram til venjing hvønn dag. Evni hansara at binda verjuna saman og halda skil á viðleikarum høvdu í øllum førum komið væl við nú.
Álopsliga tykjast strandingar enn at vera væl fyri, og seinnu árini hevur tað nærum hoyrt til undantøkini, at máltalið í dystunum hevur verið niðan fyri tríati.
Hetta hjálpir tó lítið, um mótstøðuliðið samstundis sleppur at skjóta úti við fýrati mál. Í roynd og veru kundi H71 væl nátt hesum tali, ti allir leikarar uttan ein hjá StÍF gjørdu lítið fyri at forða hesum. Bert spell fyri hoyvíkingar, at hesin eini leikarin var málverjin.
Johan Danielsen prógvaði enn einaferð, at hann allar helst er besti málverji í landinum.
Dysturin í tølum
Málskjúttar:
H71: Halgir Dahl Olesen 10(1), Hallur Danielsen 7(2), Rene Dahl Olesen 3, Annfinn N. Debess 2, Stefan Dorofte 2
StÍF: John Petersen 7(1), Marius Joensen 7, Costin Dumitrescu 6(4), Kristjan Petursson 4, Artur Johansen 3, Leivur Justinussen 1, Jon Rasmussen 1, Andre F. Danielsen 1
Brotskøst: H71 5, StÍF 6
Útvísingar: H71 4, StÍF 1
Dómarar úr Kyndli: Hanus Kúrberg og Hans Thomassen.