hann nú fær 20,2 prosent. Her er talan um eina broyting uppá 1,2 prosent uppá ein mánað. Tað merkir samstundis eisini at Javnaðarflokkurin rykkir eitt pláss fram á listanum og er nú á triðjaplássi ístaðin [...] veljarafjøldini, meðan hann nú fær undirtøku frá 21,5%. Her er talan um eina framgongd uppá 1,3%. Stórsti taparin í mun til veljarakanningina hjá SvF er Fólkaflokkurin. Fólkaflokkurin hevur uppá ein mánað [...] tingmenn. Til seinasta løgtingsval fekk Javnaðarflokkurin seks tingmenn, so her er talan um eina framgongd uppá tveir. Fólkaflokkurin er nú nummar fýra í røðini við 19,8 prosentum av atkvøðunum og seks tingmonnum
tí sannroynd, at tað eisini er ein borgaraskylda at vera við í politiskum arbeiði so sum at stilla upp til løgtingið. Hvør er so hesin 51 ára gamli klaksvíkingurin! Hann er kanska mest kendur fyri sín [...] nú hann er farin um tey hálvthundrað og longu hevur tænt Fótbóltssambandinum í so mong ár? Sjálvur er hann tann , sum hevur sitið longst sum formaður í einum Fótbóltssambandi í Europa, hann er aldursforseti [...] valstríð heimanífrá. Og tað hevur sína orsøk. Torleif er nevniliga burturstæddur, í altjóða ørindum fyri føroyskan fótbólt. Sum formaður í Fótbóltssambandinum er hann noyddur at røkja ymsar altjóða uppgávur, eitt
Hon er eldhugað tá tað snýr seg um at gera nakað gagnligt fyri at fáa fólk at støðast í Klaksvík. Eyðgunn Samuelsen er býráðslimur í Klaksvík. Hennara royndir eru at kommunumál og landspolitiskt mál eru [...] eru nær tengd at hvør øðrum, og tí bjóðar hon seg nú fram. Eyðgunn Samuelsen er 38 ára gomul, gift og tey eiga tvey børn. Hon er úr Sørvági, men fór blaðung niður at lesa, har hon búði í Keypmannahavn. Har [...] Skúla, vóru bert lærlingar har, og ongantíð meir enn 40 í senn. Í dag er skúlin nógv útbygdur. Nú ganga árliga110 næmingar fasta tíð her, og skúlin bjóðar eisini ungfólki SIT, HT og AT útbúgvingarnar. Hví
standa tit javnbjóðis tykkara javnaldrum. Ein stórur trupulleiki í miðstaðarøkinum í dag er at fáa eina íbúð, her hugsi eg serliga um tey, sum koma til Havnar í lestrarørindum. Tey, sum eru heppin at fáa [...] av peningi av at leiga út, tí alt fer upp í skatti. Her má ein loysn finnast, bæði fyri tann, ið útleigar, og fyri tann, sum leigar sær eina íbúð. Her má eitt loft setast fyri, nær ein skal gjalda skatt [...] Javnaðarflokkurin vil arbeiða fyri at tit fáa bæði sálarligan og fíggjarligan styrk. Okkara besta rávøra er okkara ungdómur. Tað eru tit, sum skulu taka yvir, tá vit leggja árarnar inn. Javnaðarflokkurin stuðlar
Delta og Flakavirkinum, tit vita, hvør er hollur og verjan besta. Stuðlið Javnaðarflokkinum, eingin annar flokkur er betri verja av verandi arbeiðsplássum. Hetta er tykkara lívsgrundarlag og tað vil eg, [...] atkvøðum, sum vórðu givnar her hjá okkum á Tvøroyri. Latið tykkum ikki villleiða einaferð enn, men sláið ring um tykkara umboð, tey umboð, sum vilja verja tey arbeiðspláss, sum eru, tí er tað avgerandi, at tit [...] Orðavalið, sum Fólkaflokkurin hevur til tykkara, sigur alt um henda flokk og umboð hansara. Tvøroyri er ein sosialistisk royndarsigling. Tann siglingin hevur roynst væl, ja, nógv betur enn Fólkafloksins
inniber so, at hetta valið, fyri komandi valskeið ikki handlar um samband ella loysing. Tann spurningur er avgreiddur við nýggju kós tjóðveldisfloksins. Meiriluti fyri fólkaatkvøðu verður ikki í komandi valskeiði [...] siga seg vilja sjálvstýrisleið. Eg fari at heita á tykkum um at velja Javnaðarflokkin út frá tí, eg her havi skrivað, og út frá tí politikki, Javnaðarflokkurin annars stendur fyri. Thomas Arabo
stóran aktivitet, sum er knýttur at hesi náttúru. Skálafjørðurin er best, longsti og vakrasti fjørður í Føroyum, og er tað okkara skylda, ið her búgva, at varðveita hann. Stórt virksemi er á og fram við fjørðin [...] útbygging. Her gongur kommunan undan og skal ganga undan við skilagóðum íløgum, soleiðis at fortreytirnar hjá virkjum, handlum og øðrum fyritøkum at seta seg niður her, eru rímiligar. Á Skála er stór traditión [...] fjørðin, og tað er gott. Neyðugt er, at tað almenna og privata arbeiða tætt saman í skilagóðari íløgutørvan og útbyggjan av fyritakssemi á hesum øki. Útbyggingin eigur at verða raðfest yvir eitt longri áramál
tað loysti seg at mótmæla? Nei! Vit arbeiða so nógv sum ongantíð fyrr! So Jóannes Klein, her leyp tú framav. Er hetta fólkafloks politikkur? [...] lygn Jóannes? Var tað lygn, at Dánjal tók stig til mótmæli? Nei - og tað skuldu vit vita best, sum her starvast! Var tað lygn, at hann var í Havn saman við starvsfólki á virkinum og handaði mótmæli? Nei
bygdini ikki lív lagað. Vit vilja at tit skulu eisini merkja tann framburð, sum er hendur her í oynni, nú arbeiði er aftur, tí er enn meiri brúkt fyri tryggari farleið úr Dali. Tann aldargamla siðvenja, at [...] sum er avgerandi fyri at fólk vilja búleikast í útjaðaranum, fylgir bygdini. Hann heldur tað vera skeivt, at peningasterkir menn í miðstaðarøkinum liggja og lúra eftir nærum hvørjari gyllin, sum er til [...] at hetta ikki er sama farleið ein ódnardag á hávetri í stormi og kavaroki at fara á morgni ella kvøldið til arbeiðis úr Dali og vita sær, at noyðast heimaftur eftir hesi somu vandaleið. Her rennur mær í
Djurholm er ein maður við skili í, men orðalagið í hesum greinum var so líkt, at ilt var at síggja nakran mun teirra millum. Báðir nýttu stóran part av greinini til at niðurgera sosialismu bæði her og aðrastaðni [...] í heiminum. Báðir eru lærarar, og báðir áttu sostatt at vitað, at í hvussu er allur tann yngri parturin av Føroya fólki er so væl søguliga skúlaður, at hann veit um hesi viðurskifti. Øll rein sosialistisk [...] Eisini er fólkið nógv betur upplýst um samfelagsviðurskifti í hesum londum. Borgarligu flokkarnir í Føroyum hava ta seinastu tíðina av øllum alvi roynt at gera sosialdemokratisku rørsluna her heima til