Skálafjørðurin

? besti, størsti og vakrasti fjørður í Føroyum

Vit ið búgva við Skálafjørðin eru í tí hepnu støðu at liva í Føroya vakrasta náttúruumhvørvi, har vit hvønn dag síggja stóran aktivitet, sum er knýttur at hesi náttúru. Skálafjørðurin er best, longsti og vakrasti fjørður í Føroyum, og er tað okkara skylda, ið her búgva, at varðveita hann.

Stórt virksemi er á og fram við fjørðin, og tað er gott. Neyðugt er, at tað almenna og privata arbeiða tætt saman í skilagóðari íløgutørvan og útbyggjan av fyritakssemi á hesum øki. Útbyggingin eigur at verða raðfest yvir eitt longri áramál og verða so ymisk frá stað til stað, at ikki verður spent bein fyri hjá hvørjum øðrum. Ein sjálvfylgja er, at kommunurnar fram við fjørðinum samstarva saman á hesum øki. Slík útbygging ger, at fólkið verður búgvandi á staðnum, fyritakssemið verður gott og fólk trívast.

Í Runavík er handilsmentanin tann størsta í Føroyum. Hetta ynskja vit at varðveita í eini skilagóðari útbygging. Her gongur kommunan undan og skal ganga undan við skilagóðum íløgum, soleiðis at fortreytirnar hjá virkjum, handlum og øðrum fyritøkum at seta seg niður her, eru rímiligar.

Á Skála er stór traditión fyri skipabygging, umvæling og alt, sum hevur við skipabygging at gera. Soleiðis kundi verið hildið fram við hinum plássunum um fjørðin.

Skálafjørður besta náttúruhavn, er so avgjørt beta boð til eina komandi off-shore oljuvinnu í Føroyum. Latið samarbeiðsandan verða hesum týdningarmikla máli til gagns, fyri okkum íbúgvar við Skálafjørðin.

Vilt tú, at privat og alment fyritakssemi ganga hond í hond til frama fyri sunt virksemi við Skálafjørðin, so atkvøður tú fyri Javnaðarflokkinum.


Eva Mortensen,

valevni Javnaðar-

floksins í Eysturoy