Hon er eldhugað tá tað snýr seg um at gera nakað gagnligt fyri at fáa fólk at støðast í Klaksvík.
Eyðgunn Samuelsen er býráðslimur í Klaksvík. Hennara royndir eru at kommunumál og landspolitiskt mál eru nær tengd at hvør øðrum, og tí bjóðar hon seg nú fram.
Eyðgunn Samuelsen er 38 ára gomul, gift og tey eiga tvey børn. Hon er úr Sørvági, men fór blaðung niður at lesa, har hon búði í Keypmannahavn. Har hitti hon klaksvíking, og tey búsettust í Klaksvík, tá tey komu heimaftur.
Tað var ikki av tilvild, at familjan valdi at flyta til Klaksvíkar. Eyðgunn Samuelsen sigur, at hon - ikki eins og onnur við hægri útbúgvingum - hevði hug at fara til Havnar at arbeiða.
Hon er cand.mag í samfelagsmálum og søgu, og fekk arbeiði á Tekniska Skúla, har hon nú hevur verið deildarleiðari í nógv ár.
Ein avbjóðing at flyta
- Hvussu var at flyta til Klaksvíkar, eftir at hava búð í Keypmannahavn í nógv ár?
Eg helt tað vera eina avbjóðing at flyta til Klaksvíkar, tí eg vildi prógva fyri mær sjálvari, at fólk við hægri útbúgvingum eisini kundu búgva og arbeiða uttan fyri Havnina.
Heppin var eg eisini, tí eg fekk starv á Tekniska Skúla, har lærararnir tóku ógvuliga væl ímóti mær, sigur Eygunn Samuelsen.
Tá hon byrjaði í Tekniska Skúla, vóru bert lærlingar har, og ongantíð meir enn 40 í senn.
Í dag er skúlin nógv útbygdur. Nú ganga árliga110 næmingar fasta tíð her, og skúlin bjóðar eisini ungfólki SIT, HT og AT útbúgvingarnar.
Hví stillar tú upp til Løgtingið, tá tú ivaleyst hevur nóg mikið at gera í dagliga starvinum og í býráðnum?
Eg haldi politiskt arbeiði vera so áhugavert, at eg ikki kann lata vera, sigur Eyðgunn Samuelsen.
Tað er eisini orsøkin til at hon situr í býráðnum, men kortini eru nógv mál, sum bert kunnu loysast í landspolitikki, og tí vil hon eisini arbeiða fyri tí, um hon verður vald.
Tænastustøðið og lágt
Tað er eisini nógv sum liggur á láni. Tænastustøðið í kommununi krevur ábøtur. Tað er ikki nóg høgt.
Eitt nú eru skúlarnir í Klaksvík niðurslitnir, og har mangla nógv ansingarpláss og tílíkt, sum ger tað áhugavert hjá ungum familjum at bústetast her norðuri. Kommunan hevur stóra skuld, einar 120 - 150 mió. krónur, og tað ger, at býráðið rennur seg fastan, tí tað ikki er loyvt kommununi at brúka pening.
Um vit ikki gera nakað fyri at broyta gongdina, so verður heldur eingin menning, sigur Eyðgunn Samuelsen, sum kundi hugsað sæt eina breiðari fólkasamanseting í Klaksvík.
Tørvur er á fólki við hægri útbúgvingum, men um tænastustøðið ikki hækkar, so tímir ongin at koma til Klaksvíkar at búgva.
Møguleikar hjá fólki við hægri úrbúgvingum eru til staðar, eitt nú eru skúlar, sjúkrahús o.o. arbeiðspláss í boði.
Tað skulu eisini verða møguleikar fyri fleiri mentanartilboðum.Vit hava stovna Atlantis, sum fyri tað mesta sýnir filmar, men har eru eisini onnur mentanartiltøk, sum kunnu útbyggjast, nú stovurni er komin.
Eyðgunn Samuelsen vil eisini skapa fortreytir fyri at børnini fáa tryggar ansingarumstøður, um mammurnar velja at fara í útiarbeiði.
Í Býráðnum hava vit sett ein arbeiðsbólk at loysa ansingarspurningin, og har er longu hent nakað á økinum. Eftir summarfrítíðina verður eitt frítíðarheim sett á stovn fyri skúlabørn í 1. - 3. flokk.
Eisini hava vit avgjørt at stovna vøggustovu og ein útibarnagarð. Hetta bøtir um tørvin, men tekur kortini bert toppin av bíðilistunum, sigur Eyðgunn Samuelsen.
Um tað at búgva í einum lítlum samfelag, har øll kenna hvønn annan, nýtist ikki at vera ein vansi, heldur hinvegin:
Tá tú hevur gingið á universitet í nógv ár, og bert hevur verið saman við akademikararum, sum ofta eru vorðnir háfloygdir og teoretiskir av at liva í lestrarumhvørvi, er tað veruliga ein avbjóðing at koma heimaftur. Tú kemur niður aftur á jørðina, og noyðist at taka støðu til onnur mál, enn bert tey sermál, sum tú undir útbúgvingini hevur fingið innlit í, sigur hon.
Fíggjarliga spennitroyggjan
Um framtíðarvónirnar sigur Eyðgunn Samuelsen:
Tað er umráðandi at vit fáa loyst upp aftur fyri fíggjarligu spennitroyggjuni, sum vit hava verið í seinastu árini.
Tað merkir ikki, at vit skulu fara aftur til marglætistíðina í 80 árunum. Kortini neyðugt er at gera nakrar raðfestingar, fyri at fáa samfelagið upp aftur á eitt ávíst støði, sum fær fólk trívast og harvið støðast.
Tað týdningarmesta er at vit fáa nøkur stór øki uttan fyri Havnina, sum eftir hvat skilst við kommunusamanleggingunum fer at vaksa nógv.
Tað verður eingin menning í útjaðaraøkinum, uttan so at Havnin fær mótspæl og kapping, sigur Eyðgunn Samulesen.