sunnukvøldið á midnátt, og tað merkir, at verkfall verður um so er, at samráðingarnar slitna eftir hetta. Um tær gera tað, ber sjálvandi ikki til at siga nú, men starvsfólkið á Føroya Tele hevur á einum fundi [...] Tele ikki ganga við til eina størri hækking enn 6 prosent yvir tvey ár, og við tí skilst, at tað var langt millum partarnar. Nú semingsuppskotið er komið á borðið sæst, at tað liggur á leið mitt í millum [...] Starvsmannafelagsins hjá Føroya Tele og tað merkir, at um starvsfólk er burtur vegna sjúku, so fáa tey løn frá fyrsta sjúkradegi. Henda broyting er mett at geva eina lønarhækking uppá 1,1 prosent. 0,25
á sjálvum gravsteinum, ber nú eisini til at lesa mongu greinar hansara um tey jarðaðu. Tað ein heilt serstøk uppliving at lesa um livaða lívið á sama staði, sum viðkomandi nú liggur undir mold. ##med3## [...] Óli Jacobsen hevur í langt áramál gjørt eitt megnar arbeiði við at festa á blað søguna um fólkið, sum livað hevur í Føroyum. Mong hava lisið greinarøð hansara í bløðunum, ið eisini eru tøk fyri almenninginum [...] Harumframt hevur hann latið úr hondum fleiri bøkur um borgarar, sum á ymsan hátt hava havt týdning fyri siðsøgu okkara í kommununi. ##med2## Óli er sjónligur í býarmyndini, altíð á ferð, altíð í práti
meðan stásiliga farið liggur við bryggju. Havnarbýur er á tremur við ferðafólki frá "Vision Of The Sea". Og tú staðfestir, at miðalaldurin í Havn hesa løtuna er drønaður langt upp um pensiónsaldur. Gomul [...] heimaflotin tilsamans, og motormegin er somuleiðis øgilig. Her verður eisini prátað um eitt skip, ið meira enn dupult so langt sum Norrøna. Í bruttoregistartonsum er "Vision Of The Sea" 79.000 br.tons. [...] fær Jan Christiansen at vita frá skiparanum, at tað hevði nú onki gjørt, um molin var nakrar metrar longri. Men tað gekk kortini. Og tað er heldur ikki so løgið. Tí skipið hevur upp í móti líka nógvar
síðani var farið undir at gera ein bátahyl í bygdini, og nú er hetta arbeiðið tikið uppaftur av álvara. Sum skilst er ætlanin hesaferð, at tað skal gerast liðugt. Ein partur av arbeiðinum er at gera bátunum [...] arbeiðið er nú farið í gongd aftur av álvara til tess at betra um umstøður teirra at hava bátin liggjandi. Sum skilst, skal hetta arbeiðið verða liðugt komandi ár. Tá hava teir eisini fingið um 100 metrar [...] flota hann aftur um veturin, um veðrið er gott og vit hava brúk fyri honum, sigur Jóan Petur. Hinvegin er greitt, at lá báturin á Skála, hevði tað verið munandi bekvemmiligari at farið á fiskileið. - Men
ndamaðurin, Jerk W. Langer, við Kontant. Hann sigur, at etur tú fiskaolju, sum longu er vorðin herskin - ja, so er í øllum førum eingin góður virknaður í oljuni. - Í besta føri er fiskaoljan tá púrasta [...] krónur um árið, men sambært fleiri serfrøðingum eru nógvir av hesum kapslum slett ikki góðir og hava tiskil onga heilsugóða ávirkan á likamið. - Samanbera vit fríska fiskaolju, ið er so góð, sum hon nú einaferð [...] vit vita tað ikki við vissu - kann fiskaoljan tá hava óhepnan virknað, um hon verður tikin yvir eina longri tíð, sigur Jerk W. Langer, lækni og vísundatíðindamaður, við danskar miðlar.
Hilton, at farið varð undir at savnað undirskriftir til frama fyri ríka hotelarvingin. Hetta eru dreingirnir úr hart rokkandi hársprei bólkinum Mötley Crüe alt annað enn fegnir um og teir eggja nú til, at [...] at farið verður undir at savna undirskriftir, har heitt verður á myndugleikarnar um ikki at seta revsinginga hjá ríkmansdótturini niður. ?Hví spillur New York Times blað teigar at skriva um Paris Hilton [...] har tað er loyvt at koyra 55 km/t. Tá hon longu framman undan hevði ein treytaðan dóm fyri sprutt-koyring, var úrslitið, at hon fekk 45 daga fongsulsrevsing. Men av óransakiligum orsøkum er dómurin seinni
p.t. ómoralskan fyrimun. Slíkt er ómanslig kradding og ússalig bidding, sum socialdemokratar til allar tíðir mugu vanvirða og halda seg langt burtur frá. . Politikkur er ikki óvitaspæl, men seriøst stríð [...] Tað hevði klætt leiðsluni í Javnaðarflokkinum at gjørt veljarunum púra greitt, at tað er eitt mark fyri, hvussu langt niður í køstin, man kann fara í politikki. Harniðri sum Høgni Hoydal og teir báðir g [...] reypandi løtum gorra um sjálvbjargni og at standa á egnum beinum. Men teir flestu danskarar, sum fylgja við í politikki kenna ta vitleysu konstruktiónina, sum norðuratlantiski grulvigarðurin er! Teir yppa øksl
bygdini. - Vit arbeiða við einari loysn fyri at fáa bøtt um vegirnar, samstundis sum vit vóna, at borgararnir fegnast um tann famburð, sum er og bera yvir við støðuni við vegakervinum, siga tey í Kvívíkar kommunu [...] Nú er arbeiðið farið í gongd at gera stóru útstykkingina Frammi í Gerði í Kvívík, har 18 nýggj grundstykkir verða. Í hesum sambandi við skipað fyri útluting av grundstykkjum, har spentir umsøkjarar vóru [...] vóru møttir. Her greiddi borgarstjórin í Kvívíkar kommunu, Heri Müller, frá um útstykkingina, og síðan fór útlutanin fram. - Arbeiðið gongur væl, og tey fyrstu grundstykkini væntast at verða klár í heyst
komin nóg langt áleiðis, men tað er munandi lættari við einari ferju enn við einum fiskiskipi, segði Bjarni Djurholm. Landsstýrismaðurin segði, at tað sum er ikki er tøkniliga gjørligt at seta ein motor í [...] landsstýrinum. Nú er orðaður ein orkupoloitikkur, sum eisini hevur verið til aðalorðaskifti í tinginum, og har, sambært Bjarna Djurholm, hevur fingið eina rættiliga góða móttøku. Hesin orkupolitikkur er staðfestur [...] staðfestur av løgtinginum, og sum er liggur ein rættiliga kollveltandi lóg í løgtinginum, nevniliga lógin um elveitingaarskyldu, sum letur rættindini frá SEV yvir til landsstýrismannin. Hendan lógin verður væntandi
broytt til ein Hummer H2. Hummer H2 limousinan er 10,5 m lang í mun til ein vanligan Hummer H2, ið er 4,85 m langur. Motorurin er ein 6,0 litur V8 við væl yvir 300 hk. Í luksuskabinuni eru 18 sitipláss, har [...] kríggið vaks eftirspurningurin eftir Hummer um allan heim. Hummer verða gjørdir sum ein felags verkætlan millum American Motors General Corporation (AMG), sum nú eru yvir tiknir av DaimlerChrysler, og Gereral [...] Hummer limousinan er keypt til nýtslu hjá “byin.fo”, ið reka fimm støð í Havn við livandi tónleiki, og nógvir gestir koma á vitjan. Ætlanin er, at fólk eisini kunnu leiga limousinuna, tá “byin.fo” ikki