Í eini roynd at styrkja heilsuna eta danir fiskaoljukapslar fyri 200 miljónir krónur um árið, men sambært fleiri serfrøðingum eru nógvir av hesum kapslum slett ikki góðir og hava tiskil onga heilsugóða ávirkan á likamið.
- Samanbera vit fríska fiskaolju, ið er so góð, sum hon nú einaferð kann gerast, er heilt greitt, at tað eru kapslar, sum ikki smakka væl og ikki eru góðir.
Tað sigur Charlotte Jacobsen frá DTU, sum hevur testað eina røð av vørum fyri sendingina Kontant hjá DR.
Í dag eru eingi mørk fyri, hvussu herskin vanlig fiskaolja kann vera. Fødevarestyrelsen kannar bara olju, sum verður innflutt, og hetta verður gjørt við at lukta og smakka oljuna.
- Herskin fiskaolja hevur ongan virknað. At hon er herkin merkir, at hon meiri ella minni er spilt. So hvørt, sum oljan gerst meiri herskin, farast teir góðu eginleikarnir, sum fiskaoljan eigur at hava. At enda hevur oljan als ongan virknað, sigur læknin og vísundatíðindamaðurin, Jerk W. Langer, við Kontant.
Hann sigur, at etur tú fiskaolju, sum longu er vorðin herskin - ja, so er í øllum førum eingin góður virknaður í oljuni.
- Í besta føri er fiskaoljan tá púrasta óskaðilig undantikið, at hon fitar. Í ringasta føri - men vit vita tað ikki við vissu - kann fiskaoljan tá hava óhepnan virknað, um hon verður tikin yvir eina longri tíð, sigur Jerk W. Langer, lækni og vísundatíðindamaður, við danskar miðlar.