Landsstýrið gongur høgt upp í ætlanina at gera Nólsoy til eina oyggj við varandi orku.
Mikukvøldiið vóru bæði landsstýrismaðurin í orkumálum, Bjarni Djurholm, og stjórin á Jarðfeingi, Sigurð í Jákupsstovu, í Nólsoy fyri at greiða frá, hvussu langt ætlanin um oynna sum sjálvbjargað innan varandi orku var komin.
Eftir at Bjarti Thomsen, formaður í áhugafelagnum Nólsoyar Orkufelag hevði boðið vælkomin, greiddi Bjarni Djurholm eitt sindur frá orkupolitikkinum hjá landsstýrinum. Nú er orðaður ein orkupoloitikkur, sum eisini hevur verið til aðalorðaskifti í tinginum, og har, sambært Bjarna Djurholm, hevur fingið eina rættiliga góða móttøku. Hesin orkupolitikkur er staðfestur av løgtinginum, og sum er liggur ein rættiliga kollveltandi lóg í løgtinginum, nevniliga lógin um elveitingaarskyldu, sum letur rættindini frá SEV yvir til landsstýrismannin.
Hendan lógin verður væntandi samtykt inna einar fjúrtan dagar í løgtinginum, og tá tað er hent, liggur heimildin at geva loyvir til varandi orkukeldur so sum vatn og vind hjá landsstýrismanninum og ikki hjá SEV, sum nú, segði Bjarni Djurholm.
Hetta merkir í stuttum, at tað verður landsstýrismaðurin, umvegis Jarðfengið, sum frameftir fer at hava heimild at geva loyvir til vindmyllur.
Nólsoy sum fyrimynd
Bjarni Djurholm greiddi frá, at vit í dag framleiða um 6% av okkara orku frá vindi, og at aðalmálið var, at vit við tíðini skulou gerast minni og minni tengd at oljuni. Vit eru longu sum er í allarfremstu røð tá tað ræður um at útvinna orku úr vatni, og av samlaðu oljunýtsluni stava knappliga helvtin frá nýtslu umborð á skipum.
- Tað er tí ein stór avbjóðing at fáa skipini at nýta minni olju. Og tað er lættari sagt enn gjørt. Vit arbeiða fram ímóti, at komandi nólsoyarferjan kann nýta vetni sum drívmegi, tá tann tøknin er komin nóg langt áleiðis, men tað er munandi lættari við einari ferju enn við einum fiskiskipi, segði Bjarni Djurholm.
Landsstýrismaðurin segði, at tað sum er ikki er tøkniliga gjørligt at seta ein motor í nýggu ferjuna, sum nýtir vetni, men at skipið skuldi projekterast soleiðis, at ein vetnismotorur lættliga kundi setast í í staðin fyri traditionella oljumotorin.
Hann vísti víðari á, at Nólsoy er ógvuliga passandi í stødd, bæði hvat viðvíkur umráði og fólkatali, og hann vísti víðari á, at oyggin er nevnd sum dømi í uppskotinum um orkupoliktikk, sum løgtingið altso tók væl ímóti.
Bjarni Djurholm fjaldi ikki yvir, at hann er ógvuliga spentur upp á møguleikarnar, sum liggja í royndini um Nólsoy sum sjálvforsýnandi oyggj hvat hita og streymi viðvíkur.
- Nólsoy kann gerast fyrimyndin, ikki bara her í Føroyum, men eisini um allan heim í so máta, segði Bjarni Djurholm, landsstýrismaður í orkumálum á kunnandi fundi í Nólsoy mikukvøldið.











