Nú er arbeiðið farið í gongd at gera stóru útstykkingina Frammi í Gerði í Kvívík, har 18 nýggj grundstykkir verða. Í hesum sambandi við skipað fyri útluting av grundstykkjum, har spentir umsøkjarar vóru møttir.
Her greiddi borgarstjórin í Kvívíkar kommunu, Heri Müller, frá um útstykkingina, og síðan fór útlutanin fram.
- Arbeiðið gongur væl, og tey fyrstu grundstykkini væntast at verða klár í heyst, og øll útstykkingin verður liðug í februar 2019.
Í Kvívíkar kommunu er nógv virksemi í løtuni, og her verður eisini arbeitt við at gera nýggjan kirkjugarð. Hetta hevur ávirkan á gomlu vegirnar, sum ikki eri gjørdir til slíka ferðslu. Tískil koma vegholur ymsastaðni í bygdini.
- Vit arbeiða við einari loysn fyri at fáa bøtt um vegirnar, samstundis sum vit vóna, at borgararnir fegnast um tann famburð, sum er og bera yvir við støðuni við vegakervinum, siga tey í Kvívíkar kommunu.