danskar politikarar og journalistar. Teir tríggir norðuratlantisku snultararnir hava síðani bara verið mettir sum óseriøsir pausuklovnar á Fólkatingi.
Grønlendingar og føroyingar hava einki til felags. Tað eru tvey samfeløg, sum socialt eru sum nátt og dagur. Harafturat eru vit beinharðir konkurrentar, og gamalt er, at man aldrin fraterniserar við konkurrentinum!
Lisbeth Petersen vildi ikki vera við í hesi órímuligu og ódámligu konstruktión, og tað skal hon eiga bæði takk og virðing fyri! Tí óansæð hvat HH og grønlendingarnir royna at billa fólki inn, so vita tey flestu, at sanna endamálið við norðuratlantiska biddarabólkinum var bara at pressa órímuligar pengaupphæddir frá danska skattgjaldaranum, sum so kundu stúvast beint niður í teir pengagrammu kraddararnar, Kleist, Hoydal og Lars Emil. Hesir tríggir fólkatingsbiddarar eru annars menn, sum í reypandi løtum gorra um sjálvbjargni og at standa á egnum beinum.
Men teir flestu danskarar, sum fylgja við í politikki kenna ta vitleysu konstruktiónina, sum norðuratlantiski grulvigarðurin er! Teir yppa øksl, rysta við høvdinum og hava djúpa vanvirðing fyri slíkum samvitskuleysum lukkuriddarum. Men eingin hampamaður vil hava nakað við henda nassarabólkin at gera.
Arnfinnur Kallsberg fekk harafturímóti mikla virðing millum danskarar, tá ið hann noktaði at vilja vera við í biddarabólkinum.
Politisk kúvending?
Men nú hoyrast aðrir og óhugnaliga skurrandi tónar í valstríðnum. M.a. verður føroyski Javnadarflokkurin lagdur undir at vilja sleppa sær uppí biddarabólkin! Hetta hevði ikki bara verið ein háðan av tí danska skattgjaldaranum, men eisini eitt uppgerð við alla anstendigheit og øll socialdemokratisk ideal!
Tað kann aldri sigast ov hvassliga, at hvørki feðgarnir Dam ella nakar annar javnaðarhøvdingi nakrantíð vildu acceptera eina so ússaliga neyðstødu sum at fara og fylkjast við politiskum mótstøðumonnum úr heilt øðrum flokkum fyri at ”nassa” sær til fíggjarligan og p.t. ómoralskan fyrimun. Slíkt er ómanslig kradding og ússalig bidding, sum socialdemokratar til allar tíðir mugu vanvirða og halda seg langt burtur frá. . Politikkur er ikki óvitaspæl, men seriøst stríð, og tað stríðið skal sjálvandi stríðast við blonkum vápnum, ikki við fuski, snulting ella kraddaralyndi.
Tað má tí her í evstu løtu verða gjørt javnaðarfólki greitt, at vit vilja aldrin vera at finna millum teir óseriøsu politisku óvitarnar, sum mynda norðuratlantiska biddarabólkin. Vit vilja ikki halda danskar skattgjaldarar fyri spott, og vit vilja ikki brúka Fólkatingið sum politiskan grulvigarð.
Tað hevði klætt leiðsluni í Javnaðarflokkinum at gjørt veljarunum púra greitt, at tað er eitt mark fyri, hvussu langt niður í køstin, man kann fara í politikki. Harniðri sum Høgni Hoydal og teir báðir grønlendingarnir liggja og fonglast, mugu socialdemokratar aldri verða at finna. Eingin, sum troystar sær niður í køstin hjá norðuratlantsrukkunum kann sleppa undan tí rama stankinum av populismu, machiavellistiskum maktmisbrúki og ócharmerandi pengagrádigheit:
Í løtuni fáa teir tríggir nassararnir tilsamans meira enn tvær milliónir útyvir tað, teir moralskt hava rætt til sum aðrir fólkatingslimir, og tað er bara tí, at teir hava verið og grátið fyri fólkatingsleiðsluni og fingið dispensatión, so tað kann fossa danskur eykapeningur niður í teirra botnleysu strembaramappur. Hetta er privati og høgnesiski norðuratlantiski ”blokkurin” – og tann blokkurin má ikki skerjast!
Lat okkum javnaðarfólk leggja stóran sjógv til tey intrigantu og mannminkandi lokabrøgdini hjá okkara skammleysu norðuratlantisku charlatanum! Næstu ferð tjóðveldisfólk fara at knarra um blokkniðurskurð, átti hesin norðuratlantiski biddarablokkur at verid heilt strikaður!