Hummer H2 limousina

Við Norrønu mánadagin kom ein Hummer limousina. Tað er samtakið “byin.fo”, ið stendur aftan fyri stóran part av náttarlívinum í Havn, sum eigur bilin


Hummer limousinan er keypt til nýtslu hjá “byin.fo”, ið reka fimm støð í Havn við livandi tónleiki, og nógvir gestir koma á vitjan. Ætlanin er, at fólk eisini kunnu leiga limousinuna, tá “byin.fo” ikki brúka hana.
 
Av fyrstan tíð var ætlanin at keypa eina Lincoln Continental limousinu, men hetta varð seinni broytt til ein Hummer H2.
 
Hummer H2 limousinan er 10,5 m lang í mun til ein vanligan Hummer H2, ið er 4,85 m langur. Motorurin er ein 6,0 litur V8 við væl yvir 300 hk.
 
Í luksuskabinuni eru 18 sitipláss, har øll tey ferðandi kunnu sita í trygdarbelti. Av útgerð kunnu vit t.d. nevna akvarium við gullfiskum, tvær barrir, tríggir flatskermar, diskoljós sum skifta lit. Har er alt, sum hoyrir til eina slíka limousinu. Sum vit hava skilt tað, er hetta einasta Hummer limousina í danska kongaríkinum.
 
Hummer vórðu serliga kendir undir Flógvakrígnum í 1991, tá kendi amerikanski herleiðarin Norman Schwarzkopf koyrdi í einum Hummer. Amerikanararnir vunnu á Irak, og eftir kríggið vaks eftirspurningurin eftir Hummer um allan heim.
 
Hummer verða gjørdir sum ein felags verkætlan millum American Motors General Corporation (AMG), sum nú eru yvir tiknir av DaimlerChrysler, og Gereral Motors.