Síðan týsmorgunin hevur løgreglan havt venjingar - fyrst á Vestaru Bryggju við Bacalao í Havn og niðri í Hoyvíkini, og í gjár vóru venjingar eisini úti í Havnardali. Vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn [...] venjingar, sum ætlandi skuldu vera bæði týsdag, mikudag og hósdag, sum er í dag. Tað kann síggja eitt sindur ógvusligt út við alvápnaðum løgreglufólki og løgreglubilum, um fólk ikki vita, hvat hetta snýr seg [...] tað so, sum løgreglan hevur vant hesar tríggjar dagarnar? - Hetta eru venjingar, sum vit javnan hava, og hetta eru nøkur konsept, vit venja. Skuldu støður tikið seg upp, sum tíbetur ikki er so ofta, mugu
í Russlandi, tó fyrst og fremst runt um firðirnar í Norðurnoregi og í Norðurkalottinum, tað er norðasta partinum av skandinavisku hálvoynni. Mett verður, at teir telja millum 50.000 og 80.000 tilsamans [...] hava Noreg, Svøríki, Finland og Russland ikki viðurkent sámarnar sum egið fólk og eru farin illa við sámunum. Í mong ár hevur skomm tí verið knýtt at sámiska málinum, klæðunum og mentanini. Nógvir sámar hava [...] hava dult sín sámiska samleika og enn í dag eru nógvir, sum einans nýta norsku, svensku, finsku og russisku nøvnini, heldur enn síni egnu sámisku. Frá 1850 og eina øld fram førdi Noreg ein harðan assim
sonur hansara sum eigur hann, og kemur hesin aftur til Føroyar í næsta mánaði. - Eg havi júst verið og kannað, hvussu eg skal starta handa bilin, ið stendur har niðri. Og nú havi eg so fingið at vita, [...] rættiliga stóra bygd við húsum í hópatali, verkstøðum, ítróttarhøll og ikki minst teimum báðum stóru miðnámsskúlunum. Sjálvur búsettist Bergur og familja hansara her í dalinum í 1981. Tá vóru bert fá onnur hús [...] seld og ein ætlan um stóra íbúðarbygging hevur verið frammi. Gott at búgva her At byrja við dámdi Bergi kortini einki serligt at búgva herúti. Tað hevði sína natúrligu frágreiðing, tí í roynd og veru stóð
dag, har starvsfólk og onnur við tilknýti til kommununa ? tvørtur um deildir og stovnar ? leggja gerandisdagin til viks og bara hugna sær og hava tað gott saman. Har verður flent og sveittað, samstundis [...] sum fólk læra hvønn annan at kenna úr heilt øðrum vinklum. Fyrst og fremst ræður um, at øll starvsfólkini hjá Tórshavnar kommunu møtast og eru felags um tað, sum er sett á skránna henda dagin. Høvuðsendamálið [...] har alternativu ítróttargreinarnar og annar hugni verða umleið helvt um helvt. Ítróttardagurin gongur fyri seg í høllum, á vallum og økjum í og kring Gundadal, og tann parturin av degnum endar umleið
er improviseraður. Talan er sjálvsagt fyrst og fremst um jazz, men tað verður eisini eitt sindur av blues og folk/world at hoyra. Yvirhøvur er skráin fjølbroytt og har er eitt sindur til øll. Børnini eru [...] ár, tí stevnan varar í fimm dagar frá 25.-30.januar og umframt á Hvonn verður spælt í Steinprent, í Tutl, í Havnar Kirkja, í Norðurlandahúsið, og í Marco Polo. Tilsamans fara 15 bólkar, mannaðir við fleiri [...] gloymd í ár, tí leygardagin 29. januar verður ókeypis barnajazzur í Norðurlandshúsinum við Jensinu Olsen og Frískúlanum í Havn. Vetrarjazzurin byrjar annars í kvøld, tá ið Petur Pólson Yggdrasil spæla á Hvonn
Partarnir hittust annars fyrst í apríl, har teir, hvør í sínum lagi, løgdu krøvini fram fyri mótpartin, og síðani hava arbeiðsgevararnir og arbeiðarafeløgini mett um krøvini. Og í fyrradagin hittust partarnir [...] Tað sigur Hans Joensen, formaður í Havnar Arbeiðsmannafelag. Og tað, sum byrjar av álvara í dag, eru samráðingarnar ímillum arbeiðarafeløgini og arbeiðsgevararnar um um nýggjan sáttmála. Sáttmálin gongur [...] partarnir aftur, har krøvini vórðu gjøgnumgingin. Men arbeiðsgevararnir og verkamannafeløgini hava avtalað at veruligu samráðingarnar skulu byrja í dag. Hans Joensen vil ikki siga nakað um, hvørji krøvini
Pavlovic var bæði venjari og spælari, og TB tapti 10-0. Sonur Zoran Pavlovic, Deni, var tá knapt fimm ára gamal. Hann er føddur fyrsta september 1993 og minnist tískil ikki, at pápin og liðfelagar hansara fyri [...] við átta stigum, og at tað eru fimm stig aftur til niðurflytingarpláss og seks stig fram til KÍ og oddasessin. Hjá TB er miðvallarin Veljko Vukovic framvegis skaddur. Liðformaðurin og miðverjin Poul Ingason [...] tikið av, og Deni Pavlovic verður í KÍ miðverjuni og harvið millum mótstøðumenninar hjá pápanum. Nú tað verður farið undir sjeynda umfar er KÍ topplið. Klaksvíkingar hava undanfarnu árini verið fremst eftir
baklinjuna í høgru síðu og spældi útfrá, so Milan Kuljic bara skuldi seta innarsíðuna á til 1-0. HB sat tungt á bóltinum so at siga allan fyrra hálvleik, og kjansirnir at økja til 2-0, 3-0 og kanska meira, trutu [...] aftrat, Fróði Benjaminsen var fyrst akkurát ov stuttur til innlegg og royndi seg seinni við einum heilfluktara beint uppum… Hetta var dysturin, har HB hevði møguleikan at vinna og leggja seg á odda í Vodaf [...] tí kappingin í botninum er gróthørð og náðileys. FC Suðuroy var undan dystinum trý stig frá aftasta plássinum og trý stig frá at koma upp um niðurflytingarstrikuna. Og hóast eitt botnlið kanska ikki so ofta
Av tí at Levi Mørk og Rakul Nolsøe í Lágabø úr Javnaðarflokkinum, og Marin Gaardlykke og Erhard Joensen úr Sambandsflokkinum, ikki møttu á býráðsfundinum í morgun bar ikki til at velja borgarstjóra í Vági [...] árslok í valárinum. Stk. 2. Kommunustýrið skal vera fullmannað á fyrsta fundi. Fyrst valdi kommunustýrislimur gevur fundarboð og leiðir fundin, til borgarstjóri er valdur. Um tveir ella fleiri kommunustýrislimir [...] atkvøður verður borgarstjóri. Men tað vil Bjarni Johansen ikki. Hann vil ikki hava meg til borgarstjóra og vil sleppa at halda fram sjálvur, segði Levi Mørk við FM1 í dag. Sambært grein 12 í kommunustýrislógini
fyri ymsum tiltøkum og smærri skeiðum. Tað hevur heldur ikki verið óvanligt, at Matmøðrafelagið skipar fyri hugnakvøldum, kvøldsetum og sjónleiki, ofta saman við sjónleikarafelagnum. Og vit nevndu býráðspolitikk [...] kunna fáa ein kaffimunn og ein kakubita afturvið. Ella tað kann brúkast til okkurt heilt annað. Í kjallaranum er tvey almenn wc, brúsa, vaskimaskina og turkitrumla, ein lítil køkur og korttelefon til ferðafólk [...] Tær skipa fyri pensionistakvøldum, hugnakvøldum, kvøldsetum og sjónleiki. Tær hava stóran, fjølbroyttan handil. Tær eiga tvey hús. Og tær savnað hundraðtúsundtals krónur inn til ymisk vælgerðandi endamál