- Í dag byrja vit av álvara! Tað sigur Hans Joensen, formaður í Havnar Arbeiðsmannafelag. Og tað, sum byrjar av álvara í dag, eru samráðingarnar ímillum arbeiðarafeløgini og arbeiðsgevararnar um um nýggjan sáttmála. Sáttmálin gongur út 30. apríl á midnátt, so partarnir hava eina viku at finna semju í.
Partarnir hittust annars fyrst í apríl, har teir, hvør í sínum lagi, løgdu krøvini fram fyri mótpartin, og síðani hava arbeiðsgevararnir og arbeiðarafeløgini mett um krøvini. Og í fyrradagin hittust partarnir aftur, har krøvini vórðu gjøgnumgingin.
Men arbeiðsgevararnir og verkamannafeløgini hava avtalað at veruligu samráðingarnar skulu byrja í dag.
Hans Joensen vil ikki siga nakað um, hvørji krøvini eru, men hann váttar, at arbeiðarafeløgini hava kravt eina lønarhækking. - Fyrr var illa, heldur hann fyri.
Hann vil heldur ikki siga, hvussu stórt lønarkravið er. Men tað er veruleikakent, sum hann málber seg.
Øll arbeiðarafeløgini í landinum samráðast saman, Føroya Arbeiðarafelag, Havnar Arbeiðsmannafelag, Havnar Arbeiðskvinnufelag, Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag og Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag.
Í ár verður samráðst undir øðrvísi fortreytum enn vanligt, tí nú hevur Løgtingið samtykt, at ætla arbeiðarafeløgini í verkfall, skulu tey boða frá tí minst 48 tímar frammanundan, so at arbeiðsgevararnir fáa høvi til at rigga av, áðrenn verkfallið verður sett í verk.
|









