Triðja árið á rað skipar Havnar Jazzfelag nú einaferð enn fyri fyri tónleikastevnuni Vetrarjazzur. Hetta er ein stevna, sum verðuliga hevur fest røtur sínar fastar í tónleikaumhvørvinum í Føroyum, siga fyrireikararnir.
Hesar næstu dagarnar verður vetrarjazzur í seks ymsum spælistøðum í Havn. Tónlistarliga eyðkennið er, at meginparturin av tónleikinum er improviseraður. Talan er sjálvsagt fyrst og fremst um jazz, men tað verður eisini eitt sindur av blues og folk/world at hoyra.
Yvirhøvur er skráin fjølbroytt og har er eitt sindur til øll. Børnini eru heldur ikki gloymd í ár, tí leygardagin 29. januar verður ókeypis barnajazzur í Norðurlandshúsinum við Jensinu Olsen og Frískúlanum í Havn.
Vetrarjazzurin byrjar annars í kvøld, tá ið Petur Pólson Yggdrasil spæla á Hvonn klokkan 21. Skráin í ár er ennars størri enn undanfarin ár, tí stevnan varar í fimm dagar frá 25.-30.januar og umframt á Hvonn verður spælt í Steinprent, í Tutl, í Havnar Kirkja, í Norðurlandahúsið, og í Marco Polo.
Tilsamans fara 15 bólkar, mannaðir við fleiri enn 50 tónleikarum, ið allir eru føroyingar ella føroyskir útisetar, at spæla og tað er tað mesta nakrantíð.
Myndin er frá Vetrarjazz-konsert í Tutl í fjør.