Í dag er sámiskur tjóðardagur
Í 1992 samtykti sámaráðstevnan at 6. februar skuldi vera felags tjóðardagur fyri sámarnar í Noregi, Svøríki, Finlandi og Russlandi. Dagurin er valdur til minnis um fyrsta sámiska tjóðarfundin, sum varð hildin 6. februar 1917. Hetta var fyrstu ferð, at norður- og suðursámar úr ymiskum londum hittust til at tingast um felags mál og avbjóðingar. Yvir 100 luttakarar vóru á fundinum, ein stórur partur av teimum vóru konufólk.
Hóast sámarnir ikki hava egnan stat, meta teir seg vera egin tjóð og nýta tí heiti tjóðardagur um hendan hátíðardagin. Dagurin verður eisini nevndur fyri Fólkadagur Sámanna.
Søguliga hava Noreg, Svøríki, Finland og Russland ikki viðurkent sámarnar sum egið fólk og eru farin illa við sámunum. Í mong ár hevur skomm tí verið knýtt at sámiska málinum, klæðunum og mentanini. Nógvir sámar hava dult sín sámiska samleika og enn í dag eru nógvir, sum einans nýta norsku, svensku, finsku og russisku nøvnini, heldur enn síni egnu sámisku. Frá 1850 og eina øld fram førdi Noreg ein harðan assimileringspolitikk móti sámunum. Teir skuldu tosa norskt og gerast norðmenn.
Tí meta sámarnir, at tað hevur stóran týdning fyri teir sum tjóð, at sleppa at hátíðarhalda hendan dagin.
Sámarnir búgva úr Hedmark í Noregi til Kola-hálvoynna í Russlandi, tó fyrst og fremst runt um firðirnar í Norðurnoregi og í Norðurkalottinum, tað er norðasta partinum av skandinavisku hálvoynni. Mett verður, at teir telja millum 50.000 og 80.000 tilsamans, men minni enn ein triðingur av teimum tosar sámist.
Sámiska málið er í ætt við finskt, orðini sámi og finska suomi eru av somu rót. Genetiskt tykjast sámarnir at vera í ætt við fyrstu niðursetufólkini, sum komu til norðurskandinavia fyri 12.000 árum síðani. Teir bregða frá hinum evropisku fólkunum, eisini finnunum, hóast málini eru í ætt.
Fyrr vóru teir nevndir lappar og úr Lapplandi, men sjálvir dámar teimum ikki hetta heitið.
Í Føroyum er 6. februar eisini lýstur sum flaggdagur fyri sámiska tjóðardagin. Myndina av sámiska flagginum yvir Tinganesi hevur Birgir Kruse tikið í morgun.










