hevur tosað við, siga, at tey vita bert um ein hval, sum áður hevur lagt beinini í Svínoy í "nýggjari" tíð. Tað hendi nevniliga fyri eini 30 árum síðan, at ein einstakur hvalur av sær sjálvum gjørdi landgongd [...] so lítið av grind og spiki á honum. Aftur í gjár var Jógvan Joensen við í drápinum. Góð grind - Eg havi kókað av grindini í dag, og hetta er ógvuliga góð grind, sigur hann. Jógvan vísir á, at hvalirnir [...] vóru rættiliga spakir ja, so spakir, at tú næstan kundi hildið, at teir vóru tamir. - Vit høvdu bert ein sóknarongul, og tað vísti seg, sum um hvalirnir bíðaðu hvør eftir øðrum at vera tiknir, sigur Jógvan
Mathea og Sigfred fingu seks børn, og tey búgva øll í Havn. Afturat hesum er ein hópur av ommu- og langommubørnum. Eg havi havt ta gleði at hava kent Johannu Matheu í mong ár. Vit hava eisini felags røtur [...] burturav. Ikki bert tað. Hon gjørdist eisini borgmeistarakona í fleiri valskeið. Johanna Mathea er ein av temum, sum hevur upplivað stórt sæð allar broytingar í samfelagnum yvirhøvur, sum hon eisini hevur [...] við Jonu! Hetta gloymdi Jona henni ikki. Jóhanna Mathea heldur sær ótrúliga væl. Tað er framvegis ein stuttleiki at koma framvið á Ellisheiminum, har hon býr, og at fáa eitt prát við hana. Góða Johanna
at bjóða seg fram.(Nógv fleiri fólk enn ein skuldi trúð sita dagliga og fylgja orðaskiftinum, serliga eldri og tey sum ikki eru úti á arbeiðsmarknaðinum.(Eg havi fyrr víst á, at løgtingsfundirnir eiga at [...] somu atgongd sum fólkið í grannalondunum, til at hoyra og síggja løgtingsfundirnar. Tað skuldi verið ein sjálvsagdur rættur, at borgarar landsins hava møguleikan at hoyra, hvat politisku flokkarnir og fólkavaldu [...] tingfundum. Dýr útgerð, sum er keypt til ljóð og myndaupptøku finst í húsinum, og ivaleyst er tað bert ein spurningur um sendifrekvens. Um Kringvarpið ikki kann loysa hesa uppgávu, eigur Løgtingið at kanna
tykist tað ikki longur verða ein spurningur, um postverkið skal verða partafelag, men heldur nær tað verður. Jan Danielsen ætlar sær at leggja dent á, at postverkið er ein tænastufyritøka, sum skal hugsa [...] Jan Danielsen fær ein lyklaleiklut, tá ið í føroyska postverkið skal leggjast um til at virka sum eitt partafelag. Hann er valdur til nevndarformann í nýggja P/F Postverk Føroya, sum varð stovnað í farna [...] hugsa nýggjar tankar. ? Fólk hava longu spurt meg, um vit ætla at stongja posthús, og eg havi svarað, at tað er ikki ætlanin. Vit fara heldur at royna at finna nýggj virkisøki til posthúsini. Vit skulu hugsa
ár. Í Showmonnum fingu Føroyar ein superbólk. Teir tríggir Kim, Jens Marni og James stovnaðu bólkin saman við bassleikaranum Paula Magnussen . Talan var beinanvegin um ein bólk, ið taldist millum teir allar [...] við øðrum tónleikarum. - Vit vilja prøva okkurt nýtt. Hatta var stuttligt, og árini í Showmonnum er ein tíð, sum eg fari at minnast aftur á við gleði. Vit gevast ikki, tí vit eru ósamdir, ella ikki orka [...] nógv til dans, sum Showmenn hava gjørt. - Man doyr kreativt av at spæla so nógvan cover tónleik. Eg havi merkt, at eg ikki hava skrivað nakran tónleik seinastu tíðina. So tí kundi eg hugsað mær at roynt
borgarstjórin, at tað sær ljóst út í øllum førum fram til komandi vár. ? Vit hava gjørt sáttmála við ein lækna, sum hevur umleið hálvt ár eftir av síni útbúgving. Hann kemur higar at vera kommunulækni í eina [...] hesin kemur at virka sum avloysari kortini. Umframt hetta er tað eina kommunulæknastarvið sett, og ein av avloysarunum, sum hevur verið her í eina tíð letur til at trívast væl í býnum og ynskir at verða [...] eina tíð, sambært borgarstjóranum. ? Vit hava eina avtalu við hann fram til apríl, so eg haldi, at ein kann siga, at tað sær bjartari út á kommunulæknaøkinum, sum nú er. Tað stendur í øllum førum ikki so
Tað er lætt at rokna út, hví tað nú nettupp skal verða Lorvíksleiðin, sum skal pínast. Her er jú ein feitur biti at ræna til nakrar ávísar svangar fólkafloksmenn. Líka leggja teir í fylgjurnar av hesum [...] hava hótt manningina á Dúgvini við uppsøgnum alt síðani Vágatunnilin varð latin upp fyri ferðslu. Eg havi fleiri ferir sett Bjarna Djúrholm, landsstýrismanni fyrispurning um hesar nógvu uppsøgnir á Dúgvini [...] rimmarfast, at tað ikki er nøkur sparing í, at leggja Dúgvina. Eg ætli mær ikki at stuðla samgonguna ein dag longur, um henda ætlan ikki verður slept beinavegin. Tá vit fara at hungra tann hestin, sum dregur
at stjórin hevur alla ábyrgdina av virksemi skúlans. Hann vísir tó á, at ein skúlastjóri ikki kann vera við í øllum virksemi. Ein skúlastjóri býtir uppgávurnar út til lærararnar, sum síðani fremja tær í [...] ? Sum eg havi skilt málið, so hava lærararnir boðað frá, at teir nokta at gera arbeiði, sum teir ikki eiga at gera. Eg skilji ikki, at hetta hevur við sær, at einki tilfar verður keypt inn. Hann vísir [...] Jespersen leggur afturat, at hann væntar, at partarnir kunnu samráða seg fram til eina semju, og at ein loysn verður funnin. Hann sigur, at partarnir hava víst góðan samráðingaranda, og tí hevur hann góðar
ella bara kendasti persónur, tú hevur hitt, spyrja vit Eyðun. Nei, sigur Eyðun. Men eg haldi hann er ein áhugaverdur persónur. Hitti hann í fjør, tá teir høvdu konsert í Føroyum. Tey sjónarmið, hann hevur [...] samband, hann dugir at hava við miðlarnar, eru hugvekjandi. Men tað er serliga innan ítrótt, at eg havi hitt kend fólk, sigur Eyðun. Kevin Keegan og Brian Laudrup til dømis. Hesin áhugi endurspeglast eisini [...] stig at taka. Men tað forpliktar eisini, sigur Eyðun. Í Klaksvík hendir nógv, vinnuliga, ítróttarliga eins og mentunarliga. Størsti einstaki alarin er eisini her, sigur Eyðun, sum leggur afturat, at Sosialurin
sita heima, tí tær ikki tora út. Kvinnur eru ikki og verða vónandi ongantíð eins og menn, og júst av hesi orsøk tørvar okkum eins stóra umboðan av kvinnum og monnum, har avgerðirnar um liviumstøður okkara [...] Nú vit fara at velja nýggj bý- og bygdarráð, havi eg hugsað eitt sindur um, hví so fáar kvinnur verða valdar. Hongur hetta saman við tí vanliga lágu valluttøkuni til kommunuval? Eru tað kvinnurnar, sum [...] alt um stýringina av nærumhvørvi hins einstaka. Her verður trivnaðurin hjá húskjunum avgjørdur, so ein skuldi væntað, at kvinnur hava minst líka stóran áhuga í at fáa framt sínar ætlanir, sum menn hava