við, at Eysturbúgvin verður á gullaksi til einaferð síðst í august; tá plaga teir at fara aftur á vanliga ísfiskaveiði. Annars ljóðar, at prísurin á gullaksi er góður í summar, og tí kann hugsast, at skipini [...] Jespersen, stjóri á Sandoy Seafood, sigur, at minni fiskur kemur uppá land beint nú, og tí er útboðið av fiski eisini minni. - Haraftrat kemur, at Eysturbúgvin, sum plagar at landa á Sandi, er farin á gullaksaveiði [...] heyst, um veðrið verður nøkulunda, og gullaksur verður at fáa. Lítil og eingin útróður hevur verið á Sandi í seinastuni, tí tað hevur viðrað so illa, at ikki hevur verið roynandi hjá bátunum. Frí tvær vikur
fleiri vóru noydd at fara úr flokkinum. Aung San Suu Kyi sum fekk Nobel friðarheiðurslønina í 1991, hevur sitið í húsavarðhaldi mesta partin av 90árunum. Leyslatingin prógvar, at tað ger mun at mótmæla, men [...] umstøðum noyddir at byggja vegir, jarnbreytir og demningar ella at arbeiða sum berarar hjá herinum. Umheimurin má ikki gloyma Myanmar og fólkið har, sum livir undir svárum korum. Tað er alneyðugt at halda fram [...] Amnesty fegnast um, at hernaðarleiðslan í Myanmar hevur latið Aung San Suu Kyi, leiðara fyri tjóðskaparligu samgonguni fyri demokrati, NLD, leysa eftir at hon hevur sitið í húsavarðhaldi í meira enn 1
Miðvági:Sandur plagar at ferðast eftir botni, og tað ger tann í Miðvági eisini. Miðvingar halda, at síðan verjugarðarnir komu, er ferðamynstrið broytt eitt sindur. Tað er soleiðis, at í Miðvági kemur sandurin [...] bygd, soleiðis at hann nú er nærri Húsalandinum. Tað ger kanska eisini sítt til, at sandurin fer meiria út við landinum, halda staðkendir menn. Hjálpt er eitt sindur upp á støðuna við at leggja ein garð [...] , sum hevði landað í Miðvági, var so óheppin at bera við grynnuna, tá hann skuldi avstað aftur. Hóast skipið var tómt, stakk tað so mikið djúpt kortini, at tað stóð. Teir fingu ein enda á land og hálaðu
955 gram. Onkur, sum hjástaddur var, tá vigað var, hevði á orði, at tað var einki skilagott at taka tær nú. Heldur skuldu tær fingið loyvi at staðið eina vikur afturat, og so vitað um tær settu met. Men Hans [...] grundini slopnar at passa seg sjálvar, sigur hann. Sjálvur hevði hann ikki hugsað so langt sum at seta nakað rabarbumet, sigur hann. Tað var onkur, sum hjástaddur var, tá hann tók tær, sum helt, at stuttligt [...] stuttligt kundi verið at roynt støddina í mun til eitt met. Men nærliggjandi er kortini at hugsa, at hendan rabarban í Miðvági í hvussu er setir Vestanstevnumet í ár, og tað er so altíð nakað.
má tað vera hon, at liðini fara hvør sín veg. SÍ vísti, at tá alt gongur sum tað skal, eru teir mestsum ómøguligir at steðga. Tað gjørdi sjálvandi ikki støðuna hjá sørvingum verri, at Fleyr snávaði í Havn [...] um ein háls longu frá byrjan, og tað er eitt sindur merkisvert, at teir kortini kláraðu at vinna fyrsta sett. Tað endaði 25-23, eftir at SÍ hevði verið á odda ein stóran part av tíðini. Men eftir tað var [...] nú mugu teir finna seg í at bera favorittheitið, sum teir higartil hava deilt við Fram. Og Fram spældi sín vánaligasta dyst higartil í kappingini. Tað gjørdi sjálvandi sítt, at liðið hinumegin netið spældi
Strand, sigur, at sáttmálin kann fáa stóran týdning fyri báðar partar. Hon leggur afturat, at møguleiki er at víðka sáttmálan seinni, sum hann eisini kann umfata annað samstarv. Avtalað er, at norsk og su [...] suðurkoreansk umboð skulu hittast annaðhvørt ár at viðgera mál av felags áhuga. Bretar fyri evruni Fyri fyrstu ferð vísir ein kanning, at nýggja evropeiska gjaldoyrað, evran, hevur størri undirtøku enn mótstøðu [...] spurningin út til gólkaatkvøðu, tí allar kanningar hava higartil víst, at flestu bretar eru ímóti. Eygleiðarar í London siga, at fólkaatkvøðan er í hvussu er komin nærri nú. Bílagt hundrað flogfør Flogfelagið
Tjóðveldisflokkurin hevur tann trupulleikan, at meirilutin av Føroya fólki vil ikki fylgja mannminkandi ætlanini um at loysa uppá kreditt frá dønum.Aftaná at hava malið í ring í góð trý ár, so eru vit aftur [...] fyri eina søk, ið teir ikki klára at skapa undirtøku fyri her heima. Trælalyndið Tað má verða trælalyndið, ið er so inngrógvið í parti av føroyska fólkinum. Ístaðin fyri at hava álit á egnum landsmonnum, [...] útlendingar at fáa stuðul í loysingarspurninginum. Er tað ikki onkur íslendskur professari í Lund ella ST, so eru tað grønlendskir fólkatingslimir. Alt gott um hesar menn, og alt gott, um at biða um fakliga
Kambsdal sigur hann, at kommunan eigur allan dalin, sum er slættur og væl egnaður at byggja á, og at har er nógv byggilendi eftir. Har er ætlanin við tvíhúsunum komin so væl álegis, at kommunan hevur givið [...] bygging av níggju tvíhúsum. Vónað verður, at klárt verður at flyta í tey fyrstu longu í ár. Men sum vera man er byggilendið ikki óavmarkað, og hevur kommunan tí valt at royna aðrar loysnir. Her er tað íbúð [...] fuglfirðingum nakað av órætti, tá sagt varð, at einki byggilendi var eftir í Fuglafirði. Tað, sum Sigurd Simonsen, borgarstjóri, greiddi Sosialinum frá, var, at kommunala byggilendið í Fuglafirði er brúkt
a., at "Fólk hava gjørt vart við, at sera lítið var gjørt við loysnir millum heimastýri og fullveldi innan fyri danska grundlóg, og at menn vóru ov bráir at avskriva henda møguleika«. Vanligt er, at sitandi [...] Til hettar kann sigast, at ein embætismaður skal verða loyalur yvir fyri sitandi samgongu. Tað vil siga, at viðkomandi - samstundis at hann er sakligur ? skal virka fyri, at tann politikkur, sum er settur [...] tí akademiska hugburðinum, men her er hann noyddur til at halda seg til politikkin og ikki til hansara egna hugsan. Tó hevur hann møguleika til at koma við egnum sjónarmiðum, um biðið verður um tað. Í størri
Kai Nielsen, sigur kortini, at upphæddin, sum felagið eigur hjá Enron, fer ikki at fáa nakra ávirkan á Statoil. At Norsk Skog eisini stendur til at missa pengar kemst av, at dótturfelagið Norsk Skog Canada [...] partaeigararnar í amerikansku fyritøkuni. Tað hevur eisini ljóðað, at norðurlendski bankin Nordea stendur til at missa pengar, tí at Enron hevur eitt lán í norska Kreditkassen, sum er ein partur av Nordea [...] Lindegaard, hevur fyrr sagt, at lønarútreiðslurnar hjá felagnum mugu skerjast við tí, saum svarar til 3500 heilársstørv. Talan verður tó ikki um so nógvar uppsagnir, tí ætlanin er at finna ymsar aðrar loysnir