Undirbrotligheitin hjá Torbjørn Jacobsen

Føroyingar eru ikki so vánaligir, at teir ikki kunnu tala sína egnu søk. Mær vitandi er tað eingin danskur fólkatingslimur, ið sigur seg umboða Føroya søk í loysingarspurninginum.

Um so var, so hevði eg nokk eisini hildið tað var ódámligt, eins og eg haldi tað verða ódámligt, tá Tjóðveldismenn mobilisera grønlendskar fólkatingslimir fyri eina søk, ið teir ikki klára at skapa undirtøku fyri her heima.

Trælalyndið
Tað má verða trælalyndið, ið er so inngrógvið í parti av føroyska fólkinum. Ístaðin fyri at hava álit á egnum landsmonnum, so fara Tjóðveldismenn til útlendingar at fáa stuðul í loysingarspurninginum. Er tað ikki onkur íslendskur professari í Lund ella ST, so eru tað grønlendskir fólkatingslimir. Alt gott um hesar menn, og alt gott, um at biða um fakliga ráðgeving uttanlands í allari almindeligheit, men tá tað kemur til spurningin, um vit skulu loysa ella ikki, so er tað føroyingin, man skal spyrja, og ikki øll møgulig onnur. Alt annað er tekin uppá avmakt og ? ja Torbjørn Jacobsen ? undirbrotligheit.

Lat okkum betala við kassa 1 so hvørt
Tjóðveldisflokkurin hevur tann trupulleikan, at meirilutin av Føroya fólki vil ikki fylgja mannminkandi ætlanini um at loysa uppá kreditt frá dønum.Aftaná at hava malið í ring í góð trý ár, so eru vit aftur har, vit hava verið seinastu 50 árini. Einasti munur er, at nú tykjast øll glað.

Lat okkum yvirtaka málsøkini eitt fyri eitt og betala við kassa 1 so hvørt. Tað er ein virðilig gongd, har eingin hevur orsøk til at vera undirbrotligur. So kann man kanska síggja fram til, at veruligur politikkur verður settur aftur á dagsskránna. Har burdi verið nógv at tosa konstruktivt um.