Garðyrki
Miðvági:Í seinastu viku tók Hans Jacob Olsen í Miðvági tvær rabarbur, sum vóru so stórar, sum hann ongantíð fyrr hevði sæð.
Serliga onnur var rættiliga yvirvaksin, og varð hon bæði máld og vigað. Spenningurin var stórur, hvørt hon nú mundi fara at náa einum meti. Men tá mált varð, varð funnið út av, at í Metbókni hjá FS Vágum eru tvær, sum eru størri. Tær vórðu tiknar í Kirkjubø fyrraárið og vóru báðar líka stórar.
Hendan rabarban, sum Hans Jacob Olsen tók hetta kvøldið, hevði 85 cm. langan stelk, sum var sjey cm. styttri enn metrabarburnar úr Kirkjubø. Og hon vigaði 843 gram, meðan vektin í Kirkjubø var 955 gram.
Onkur, sum hjástaddur var, tá vigað var, hevði á orði, at tað var einki skilagott at taka tær nú. Heldur skuldu tær fingið loyvi at staðið eina vikur afturat, og so vitað um tær settu met.
Men Hans Jacob er nøgdur kortini. Hann hevur einki serligt gjørt burtur úr rabarbunum. Í ár eru tær í grundini slopnar at passa seg sjálvar, sigur hann.
Sjálvur hevði hann ikki hugsað so langt sum at seta nakað rabarbumet, sigur hann. Tað var onkur, sum hjástaddur var, tá hann tók tær, sum helt, at stuttligt kundi verið at roynt støddina í mun til eitt met.
Men nærliggjandi er kortini at hugsa, at hendan rabarban í Miðvági í hvussu er setir Vestanstevnumet í ár, og tað er so altíð nakað.