Ferðandi sandur

Sandurin í Miðvági ferðast dúgliga eftir botni, og hevur lagt eina grynnu beint innanvert flakavirkið

Havnaviðurskifti

Miðvági:Sandur plagar at ferðast eftir botni, og tað ger tann í Miðvági eisini. Miðvingar halda, at síðan verjugarðarnir komu, er ferðamynstrið broytt eitt sindur.
Tað er soleiðis, at í Miðvági kemur sandurin inn við Prestlandinum og ferðast so fram við vágsbotninum yvir móti ósanum og so út aftur við Húsalandinum.
Fyrr var ósin meira mitt fyri sandinum. Men áin varð flut, tá Bygdarhúsið og skúlin vórðu bygd, soleiðis at hann nú er nærri Húsalandinum. Tað ger kanska eisini sítt til, at sandurin fer meiria út við landinum, halda staðkendir menn.
Hjálpt er eitt sindur upp á støðuna við at leggja ein garð mitt oman eftir sandinum, soleiðis at hann steðgar eitt sindur á har.
Men kortini fer nakað væl út við landinum og út í havnina, har hann leggur seg.
Ein grynna er innanvert flakavirkið, og hon broytist alla tíðina. Hendan dagin, Sosialurin vitjaði í Miðvági, var fjøra, og Vesturbúgvin, sum hevði landað í Miðvági, var so óheppin at bera við grynnuna, tá hann skuldi avstað aftur.
Hóast skipið var tómt, stakk tað so mikið djúpt kortini, at tað stóð. Teir fingu ein enda á land og hálaðu so skipið av aftur við spølunum umborð.
Borgarstjórin í Miðvági sigur, at hendan grynnan verður tikin burtur við einum sandbáti. Tað er als eingin trupulleiki at gera tað, tí talan er bara um sand, og fylgt verður so við, hvussu verður, og havnin hildin rein á tann hátt.