Flogbóltur
Munurin á liðunum í Sørvági leygardagin var nógv størri, enn nakar hevði roknað við. Hetta var toppdystur millum tey bæði liðini, sum alt árið hava verið so at siga jøvn í kappingini. Áðrenn henda dystin lógu tey eisini lið um lið við seks stigum í part, so tað var lagt upp til ein spennandi dyst í Sørvági. Men tað bleiv tað ongantíð.
Fram var um ein háls longu frá byrjan, og tað er eitt sindur merkisvert, at teir kortini kláraðu at vinna fyrsta sett. Tað endaði 25-23, eftir at SÍ hevði verið á odda ein stóran part av tíðini.
Men eftir tað var eingin ivi. Sørvingar høvdu í løtum stórspælið frammi, og havnarmenninir vistu snøgt sagt ikki síni livandi ráð. Dysturin endaði 3-1 til SÍ, og tað var júst sama úrslit sum í grundspælinum.
Í grundspælinum var munurin millum SÍ og Fram ikki tann heilt stóri, men um nøkur niðurstøða skal gerast burturúr dystinum leygardagin, so má tað vera hon, at liðini fara hvør sín veg. SÍ vísti, at tá alt gongur sum tað skal, eru teir mestsum ómøguligir at steðga. Tað gjørdi sjálvandi ikki støðuna hjá sørvingum verri, at Fleyr snávaði í Havn, og nú mugu teir finna seg í at bera favorittheitið, sum teir higartil hava deilt við Fram.
Og Fram spældi sín vánaligasta dyst higartil í kappingini. Tað gjørdi sjálvandi sítt, at liðið hinumegin netið spældi so væl, men teir í Fram hava fingið sítt at hugsa um í steðginum.