Byggiøki er eftir í Fuglafirði

Tá vit skrivaðu í blaðnum í gjár, at seinastu grundstykkini í Fuglafirði verða brúkt í næstum, er tað bara partvís rætt. Talan er um seinastu útstykkingarnar av kommunalum grundstykkjum. Eftir eru umleið 70 privat grundstykki

Útstykking

Í blaðnum í gjár gjørdu vit fuglfirðingum nakað av órætti, tá sagt varð, at einki byggilendi var eftir í Fuglafirði.
Tað, sum Sigurd Simonsen, borgarstjóri, greiddi Sosialinum frá, var, at kommunala byggilendið í Fuglafirði er brúkt, tá hesi umleið 30 grundstykkini, sum nú eru ávegis í útstykking, eru farin.
Men í eini 10 ára byggisamtykt hjá Fuglafjarðar Kommunu eru umleið 100 grundstykki tilsamans til sethúsabygging. Kommununar partur er bara umleið triðingurin av hesum, ella tey umleið 30 stykkini, sum øumrødd vórðu í gjár.
Eftir eru so hinir báðir triðingarnir, sum eru privat grundstykki í Fuglafirði.
Veðrur so farið út eftir vestara landinum, er væl av lendi eftir, sum egnað er til byggilendi, men sum bara ikki enn er lagt í byggiætlanina, sigur Sigurd Simonsen, borgarstjóri í Fuglafirði.
Um Kambsdal sigur hann, at kommunan eigur allan dalin, sum er slættur og væl egnaður at byggja á, og at har er nógv byggilendi eftir.
Har er ætlanin við tvíhúsunum komin so væl álegis, at kommunan hevur givið prinsipployvi til bygging av níggju tvíhúsum. Vónað verður, at klárt verður at flyta í tey fyrstu longu í ár.
Men sum vera man er byggilendið ikki óavmarkað, og hevur kommunan tí valt at royna aðrar loysnir. Her er tað íbúðarblokkurin, sum umrøddur var, kemur inn í myndina, sigur borgarstjórin.
Fuglafjarðar Kommuna hevur ætlanir um at byggja ein íbúðarblokk í seks hæddum heilt niðan undir Kamb, sigur Sigurd Simonsen, fyri á tann hátt at útnytta lendi betur.